Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Kappríðing á Ólavsøku er gamal siður, kappast hevur verið í nærum 100 ár, men seinastu 50 árini hevur kappríðingin verið við Marknagil. 

Soleiðis er eisini í dag, ólavsøkudag kl 14 byrjar kappríðing har 26 ross luttaka. Kappast verður í 6 greinum. Skeið, Tølt, Trav, Tvíspor ung, Tvíspor ll flokkr og Tvíspor l flokkur. 

Skeið og tølt eru greinar har rossini ríða hvør sær 100 mtr. Tann sum so hevur bestu tíð er vinnari. Trav, Tvíspor ung og Tvíspor ll flokkur verður riðið í riðlum á 250 mtr, har 2 ella 3 ross eru í hvørjum riðli. Tann sum so hevur bestu tíð vinnir. Sama er galdandi fyri Tvíspor l flokk, men har verður riðið 500 mtr. 

Nógv fólk hava sum fastan sið at leita sær niðan í Marknagil ólavsøkudag. 

Paringar og kunning um ross sæst á leinkju her 

http://kappingar.ross.fo/PublicResults.aspx?tID=967c091f-e8a8-4d5f-8086-e5175d0300c3

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo