Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú koma tey aftur grenjandi, hugsar ivaleyst leiðslan í Kringvarpinum, tí hesaferð var ólavsøkurøðan teknmálstulkað, og so átti alt at verið so gott.

Men tað var tað ikki.

Vit fegnast sjálvsagt um, at røðan varð teknmálstulkað, og tað skuldi bara mangla, men vit undrast samstundis á, at Kringvarpið, sum nú hevur nógv ár á baki, velur at avmynda teknmálstulkaran úr einum vinkli, har stolta flagg okkara, Merkið, í stóran mun órógvaði tulkingina.

Merkið blaktraði snøgt sagt ov nógv fyri teknmálstulkaran.

Nú kann svarið sjálvandi vera, at tað hendi bara nakrar fáar ferðir. Men, nei.

Deyv týða ikki bara sjálvi teknmálini – hendurnar, men eisini andlitsútrykkið. Og í hesum føri kann tað samanberast við, at útvarpsrásin skurrar, at tú ikki rættiliga finnur signalið 100 prosent.

Og hoyrandi kunnu skjótt ímynda sær, hvussu tað er at lurta eftir einari ólavsøkurøðu, har útvarpstólið í heilum skurrar og fleiri ferðir púrasta hvørvur.

Um Kvf ikki sær seg ført fyri at finna røttu vinklarnar, tá tað verður teknmálstulkað, so ber væl til at biðja um hjálp frá teimum, tulkingin er ætlað, nevniliga teimum deyvu, tunghoyrdu og avvarðandi teirra, tað er millum annað Deyvafelagið.

Virðingarmest

Maria Ellefsen Næss
Forkvinna í Deyvafelagnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo