Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Ólavsøkuframsýningin – veitslurómur, skjúrt og hosubond, okkurt gott til góman og listin í miðdepli.

Ólavsøkuframsýningin á Listasavninum er ein klassikari. Framsýningin hevur heili 69 ár á baki, og nógv list hevur verið sýnd fram hesi ártíggjuni. Í ár er einki undantak, og fyrireikingarnar eru í hásæti.

Framsýningin verður fyriskipað eitt sindur øðrvísi í ár enn seinastu árini. Hesuferð er hon nevniliga fyri innbodnum listafólkum. Listafelagið hevur heitt á Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðing, at standa fyri framsýningini, og hon hevur gjørt eitt úrval.

Listafólkini eru vald við útgangsstøði í stíli og tilfari soleiðis, at listin á ein ella annan hátt er í samljóði við hvørja aðra. Bæði viðurkend og spírandi listafólk luttaka, og nógv áhugavert er at koma eftir.

Framsýningin fevnir um nakað av tí besta í føroyska listaheiminum her og nú. Miðlarnir eru fleiri – millum annað olja á lørift, installatión, foto, tekstillist og grafikkur. Hjúklað verður um listaupplivingina, sansirnir, forvitnið, og møguleiki er sjálvsagt eisini at gera sær eina íløgu í verk.

28. juli kl. 15 verður ferniseringin. Hetta er ein løta aftaná, at Ólavsøkan er sett. Klokkan nærkast 15, og tá er tíð at leggja leiðina á Listasavnið til eitt ordans brak av einari fernisering.

Um ólavsøkuna er framsýningin opin frá kl. 14-20.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo