Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg eri neppa einsamallur um at halda, at sjarman við Ólavsøkuni bara minkar, ár undan ári – og tað mugu vit gera nakað við!

Tað er sjón fyri søgn, at Ólavsøkan bara er blivin minni og minni tiltalandi fyri fólk, og ongantíð hava verið so nógv tosa opið um sína misnøgd  um Ólavsøkuna.

Hetta er eina og alleina staðsetingini at takka fyri.

Hvør ið hevur skyldina av at Ólavsøkan er kroyst oman á Skálatrøð, har eitt frímerkið við stálhegni uttanum og endaleysari kø, skal verða karmur um òlasøkuna skal eg ikki gita nakað um – men hetta er bara ikki gott. Hvat trygdini viðvíkur, er økið heldur ikki optimalt.

Fleiri 1000 fólk, ung og gomul, børn og vaksin verða stappað saman inn í eitt økið, har karrusellir, tombola, pylsur, ølbúðir hvørt um annað eru innhegnað, og har er sum sild í tunnu.

Prísirnir eru eisini óhoyrt høgir.

Ein vanlig barnafamilja við 3 børnum, hevur ikki ráð til hatta!

Hví ikki bara droppa hasi svínadýru armbondini, og gera sum fyrr, har ein seðil kostar 5 kr og 5 seðlar kosta 20 kr. hoppiborg kundi kosta 10 kr ella okkurt tílíkt – so er tað upp til ein sjálvan hvussu nógv ein vil brúka.

Um rættindahavarin til Òlavsøkutiltøkini, sum er Tórshavnar Ìtróttarráð, ikki hevur kapasitet til tað, so skulu rættindini gevast øðrum eisini.

Tað er fínt at hava hoppiborg, popcorn sølu og líknandi, til tey allar minstu á Skálatrøð– men tað skal ikki alt verða har !

Òlavsøkan skal strekkja heilt frá Skálatrøð, og HEILT niðan til KFUM, og á vegnum skulu verða básar við 21 spæl, tombola, vattísasøla (candyfloss) og líknandi.

Uttanfyri gamla Føroyabanka (nú kommunalur bygningur) eiga básar at standa.

Eisini á parkeringsøkinum við Vertshúsið!

Í farnu viku fingu vit so tey syrgiligu týðindini, at KFUM heldur uppat við basarinum – og so flýtur bikarið yvir! Vit mugu og skulu hava sjarmuna íaftur Òlavsøkuna, og tað ongantíð ov skjótt.

Man kann gott góðtaka at Ólavsøkan ikki longur er í kommunuskúlagarðinum (nú Finsen) av trygdarávum er søga – men sum patriotur í Havn, kann man ikki góðtaka at ALT skal verða søga.

Tað er komið hartil, at børn og ung ikki tíma Ólavsøkuna meir, orsaka av endaleysari kø, høgum prísum, og kaos á Skálatrøð.

Tí má okkurt gerast nú, og eitt sum kundi verið gjørt, er at Tórshavnar kommuna lýsir við básum til leigu á Ólavsøkum frammyvir.

Tað eru góðir møgileikar fyri inntøku av tí, so har høvdu nógv verið um boðið, og so vóru ”happenings” allastaðni.

Hetta má og skal koma í rættlag aftur, og vónandi verður Ólavsøkan 2020 eins og Ólavsøkan var, áðrenn herverk bleiv gjørt inná hana, og alt bleiv flutt oman á Skálatrøð.

Nevnast skal, at Ólavsøkan enn er Tjóðarhátíð okkara, og at vit eru góð við hana enn. Tey eru nógv sum eisini skulu hava rós fyri sítt íkast til at Ólavsøkan enn er ein deilig hátíð, og tey eru millum annað Frelsunar herurin, Hornorkestri, róðrarfeløgini, tey ið marchera, tey sjálvbodnu sum taka eina hond í, allir fyrireikarir og kommunumennirnir.

Tit eru øll gullverd, og til endans skal eg ynskja øllum føroyingum eina góða Ólavsøku - við vón um at kommunan broytir staðsetingina frammyvir.

Heini í Havn Magnussen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo