At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Á samkomu í Ingálvsstovu á Ráðhúsinum í morgun fekk Ole Clausen handaða Dronningens Fortjenstmedalje fyri 40 ára trúgva tænastu hjá Tórshavnar kommunu.

Borgarstjórin helt røðu og nevndi, at Ole, sum byrjaði 15. januar 1976, seinni fór í grótbrotið á Sundi at arbeiða - Ole var hesi bæði støðini í eini 10 ár tilsamans.

- Tað merkir, at tú meira ella minni hevur verið við til allar tær stóru og tungu útbyggingarnar og broytingarnar, sum fóru fram í Havnini í sjeyti- og áttatiárunum, segði Heðin Mortensen.

- Eftir tað minnast vit teg rokast á asfaltsdeildini hjá Finn í Puntabyrgi. Har hevur tú ikki minst sæð stórar broytingar við Havnini. Í 5 ár vart tú eisini fastur fúsur á gartnaradeildini hjá Tóra í Hoyvík, har mestur dentur var lagdur á røkt og at fríðka um býin.

- Mann kann siga, at tú hevur verið við til at bygt býin upp frá botni - fyrst breyt tú alt grótið, síðan asfalteraði tú og seinast plantaði og fríðkaði tú, segði borgarstjórin.

Síðan 2005 hevur Ole starvast á Vatnverkinum. Høvuðsuppgávan er at koyra lastbil, eitt arbeiði, hann hevur røkt sera væl, eins og hann er kendur fyri at røkja bilin sera væl.

Starvsfelagar kenna seg altíð tryggar við, at alt, sum Ole tekst við, fungerar sum tað skal.

Ole hevur verið eitt avbera trúfast starvsfólk og hevur havt ómetaliga góða heilsu so at hann so at siga ikki hevur verið burtur frá arbeiði vegna sjúku. Hann er vorðin argjamaður og býr á Argjum saman við Heidi.

Borgarstjórin endaði við kommununar vegna at ynskja Ole hjartaliga tillukku við degnum og vegna drottningina handaði hann Ole Dronningens Fortjensmedalje fyri 40 ára trúgva tænastu.

Ole fekk eisini blómur og gávur og kommunan hevði boðið honum og starvsfeløgum hansara til ein hugnaligan drekkamunn á Ráðhúsinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo