Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Óli Jacobsen fer at innleiða nýggja filmin hjá Ole Bornedal, ”Skyggen i mit øje”, sum Filmsfelagið hevur fingið loyvi at sýna í Føroyum tvær vikur undan frumsýningini í Danmark.

Óli, sum er ættaður úr Gøtu, hevur granskað søguna hjá Alice, sum eisini var ættað úr Gøtu, og gekk í Franska Skúlanum á Fredriksberg.

Lagnudagin 21. mars í 1945, sum filmurin lýsir, hevði hon fimleik. Í filminum síggja vit nunnur og næmingar, sum byrja dagin í Franska Skúlanum.

Langt burturi - hinumegin Norðsjógvin - gera bretskir flogskiparar hjá Royal Air Force klárt at hjálpa donsku mótstøðurørsluni í eini avgerandi atsókn. Teir hava sett kós móti Shellhúsinum mitt í Keypmannahavn har Gestapo hevur høvuðssæti. Á ovastu hædd hava týskarar sett 26 danskar fangar sum livandi skjøldur.

Álopið eydnast, men so hendur ein vanlukka.

Eitt flogfar ber við ein steyra og dettur niður við Franska Skúlan. Eldur kemur í og í ringa sýninum halda flogskipararnir á hinum bumbuflogførunum, at bumbumálið er júst har, undir roykinum og eldinum á Frederiksberg.

Skúlin og alt økið uttanum verður lagt í oyði. 86 børn og 18 vaksin doyðu í atsóknini, sum á minnistalvuni verður kallað eitt ”fejlbombardement”.

Alice, abbadóttir Gøtu Anton
Føroyska Alice Carita Jacobsen var ein av gentunum, sum kom við lívinum frá hendingini.

Óli Jacobsen, sum fer at innleiða sýningina í Filmsfelagnum, hevur granskað familjusøguna.

Alice var fødd tann 1. januar í 1930 og hevur tískil verið 15 ár, tá hendingin fór fram.

Hon hevði saman við øðrum gentum fimleik í fimleikahøllini í skúlanum, tá ið bumburnar fullu. Hon varð ikki rakt, men hvøkkurin var so stórur, at hon rann allan vegin í fimleikaklæðum heim til mammu sína í Herlev. Hetta hevur verið ein fittliga langur teinur.

Ein rennandi genta, sum kundi verið tú og eg, er eitt av sterkastu brotunum í krígsfilminum hjá Ole Bornedal, sum er giftur Helle Fagralid. Kanska hevur hann hoyrt søguna úr Føroyum.

Mamma Alice varð um hesa tíðina skorin fyri ein svull í heilanum. Viðgerðin eydnaðist ikki væl, og hon flutti á eitt røktarheim, skrivar Óli.

Alt hetta hevur verið hart hjá hesi ungu gentu, sum eisini hevði mist pápan av krígsávum tvey ár frammanundan. Abbin var Gøtu Anton, sum var politistur í Havn frá 1922.

Alice kom ongantíð fyri seg aftaná hesa hending. Hon bleiv sálarliga illa fyri, og tær viðgerðir, sum hon fekk fyri hetta var ”en skrap kost dengang”, sigur Birgit Nøhr, sum Óli hevur verið í sambandi við, nú filmurin ”Skyggen i mit øje” verður sýndur í Havn.

”Vi havde hele tiden tæt kontakt til Alice, og vi elskede hende”, og hon skoytir upp í ”Æret være deres alles minde”, sigur Birgit, ið er heimildin hjá Óla. 

Alice bleiv verri og verri fyri, og hon doyði í 1987. Hon varð jarðað í Føroyum saman við foreldrunum og ommuni og abbanum, skrivar Óli Jacobsen í Sosialinum fríggjadagin.

Mikudagssýningin við ”Skyggen i mit øje” 13. oktober er almenn og skúlasýningar kunnu eisini verða fyriskipaðar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo