Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Hósdagin 23. november kl. 15.00 verður nýggja bókin "Kvinnur bygdu land" eftir Óla Jacobsen løgd fram í Tilhaldinum í Tórsgøtu,

Bókin, Tær bygdu land, er eitt savn av søgum hjá 20 kvinnum, føddar frá 1890-1932, har gerandislívið í Føroyum í 20. øld verður lýst frá kvinnusjónarhorni.

Kvinnurnar eru úr nærum øllum pørtum av Føroyum og hava ymiskar bakgrundir, royndir og lagnur. Bókin er forvitnisig, tí hon lýsir vanligar kvinnulagnur og gevur innlit í søguna frá einum annars lítið lýstum vinkli. Bókin er um 300 síður, og forlagið Tjørnustova gevur út.

Á framløguni lesur Oddvør Johansen brot úr bókini og høvundurin sigur nøkur orð. Møguleiki verður at ogna sær bókina og at fáa høvundin at signera.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo