Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Neyvan finst meiri forvitnisligur og  fjøltáttaður blaðstjóri her á landi við so mongum hugskotum, víðfevndari nýhugsan og áhaldandi trongd eftir nýskapan.

Fyri mongum  árum síðani segði kendur maður í eini røðu: “Tað er betri at vera ein góður maður av vánaligum slagi enn vánaligur maður av góðum slagi”!’

Men so at vera góður, arbeiðssamur og so sera skapandi persónur av góðum bergi brotin, má vera tindurin av evnum við møguleikum. -  Tað er Oliver. 

Oliver Joensen, er sonur Hannefíu og John William Joensen, bæði ættað úr Klaksvík. Oliver hevur trý systkin: Johan David, Ásmund og Agnas.  Omman Agnas, í móðurliði kom úr Gerðum  og í faðirættini, Armgaard,  úr Trøllagili, meðan abbarnir vóru navnframu skipararnir Oliver Thomsen (Oliver úr Gøtu) og Dávur Joensen (Dávur úr Gerðum)! 

– Fjølskyldan er stór, har systkinabørnini helst eru væl yvir 60 í tali.

Legði eina spennandi lívsleið

Eftir loknan 10. flokk fór Oliver at arbeiða á skrivstovuni  á Dávavirkinum. Hann gjørdi eisini m.a. eitt legg til skips við “Polarfarðinum”, sum abbin Oliver Thomsen, førdi í mong ár. Hann avgjørdi at fara til Danmarkar fyri at fáa sær víðari útbúgving og las á Niels Brock.

Aftur í Føroyum var hann eini 12 ár fólkaskúlalærari. Hann helt onkuntíð fyri, at har var hann helst ov leingi. Hann hevur altíð vilja nakað serligt og ynskti at menna seg og geva sínum umhvørvi nakað meiri. – Eisini undirvísti hann í kvøldskúlanum í nøkur ár.

Fyri 40 árum síðani gjørdist hann blaðstjóri á Norðlýsinum, sum tá hevði havt skiftandi bæði blaðstjórar og umstøður. Norðlýsið, sum fyri ávísan part hevði verið ein mentamiðdepil og ein verja fyri átøk í Klaksvík,  kom nú av álvara ikki bara í ávísan mun at halda fram og mennast, men gjørdist eisini eitt satt íverksetaramaskinarí. 

Ongantíð  sørur fyri visjónir 

Tað gjørdist onki hissini! Oliver eigur stóru æruna av m.a. væltilrættaløgdum sølustevnum, var við til at stovna Klaksvíkar Handilsfelag, Sjómannadagin, var virkin at fáa standmyndir t.d. egningarmannin á Stongunum og fiskaarbeiðið niðanfyri Íverksetarahúsið og seinni nógv umrødda og spennandi Húkin og legði til rættis dyggar viðkomandi fyrilestrar serliga innan fiskivinnu, Torradøgum, skíkappingum í síni tíð, Kópakonuni, “har var hann mitt í rokinum” og í seinastuni stóran part í niðurtøku og endurbygging av stórsligna Skúvadalshúsinum. – Her kundi nógv verið nevnt afturat, sum er skapt og nýhugsað á Norðlýsinum. Ein inspirativur og íðin íverksetari, ja sannur listamaður.

Norðlýsið - hjartabarnið – sum undir hansara kønu hond og gløggu eygleiðing hevur vart vinnu og viðurskifti í Norðoyggjum og fyri alt tað eisini øðrum pørtum í Føroyum. – Norðlýsið hevur verið eitt av átøkunum, sum hevur vart og skorða undir framtøk í Klaksvík.

Álopini á hann hava ikki verið so fá, men hann hevur dugað sera væl at latið hetta farið aftur við borðinum. Hetta kanska er niðurílagt. Mammubeiggi hansara kendi skiparin og trúboðarin Levi Joensen, fekk einaferð nakrar heldur hvassar ábreiðslur, hetta var á andaliga økinum. Eg spurdi, “hvat svaraði tú”?  “Tað skal eg so væl siga tær, eg segði við mannin: “Ja, koyr bara á, slúsportrið er opið””. Hendan myndin er hóskilig mangan at festa á Oliver.

Hann er annars eitt náttúrmenniskja, gongur nógv í  haganum, fer íðin  við síla- og laksatráðuni, leingist eftir at vera á floti á fiskiveiðu,  skjóta fugl og nísur, alt hetta hóvar honum serliga væl. – Hann leitar ikki eftir páskotum, fyri at “stytta sær stundir”, alt hetta tekur hann sær bara stundir til hóast ofta er nógv at gera.  - Hann er bæði stuttligur og góður frásøgumaður.

Týdningarmikið húski

Oliver giftist við Elsu Biskopstø. Oliver kann sanniliga fella saman við tí sum skrivað stendur í Orðatøkunum: “Mangar dugnaligar kvinnur eru, men eingin er móti tær”. Elsa hevur verið ein sannur skansi bæði í heiminum og tá á hevur staðið á Norðlýsinum.  Tey eiga fýra sera dugnalig og álitisvekjandi børn,  John William, Jastrid, Jacobinu og Hannefíu, sum eru sera væl fyri, og sum saman við Elsu hava verið Oliveri  ein óvurderiligur stuðul, tí tað at geva eitt blað út viku eftir viku, ár eftir ár,  útvega tilfar, “liggja undir deyða” fyri at fáa tey frá hondini, taka ørgrynnu av myndum, vera við ótroyttiligur  til so gott sum hvørt tiltak, samstundis sum allar nýhugsanir skulu finnast fram úr “loyndini”.  Tað veit bara tann, sum fremur hetta.

Góðynski til vinmannin

Mangt kundi verið skrivað afturat, men onkustaðni má ein gevast.

Góði Oliver! Fari at takka tær fyri øll tey mongu ár vit meiri og minni høvdu saman, meðan eg var í politikki og í øðrum høpi, vit hava havt saman,  onkuntíð kundi hvessast okkara millum, men ongantíð av álvara. Minnist aftur á so mangt og ikki minst  ógloymandi ferðina vit gjørdu saman í Grikkalandi, sum var ein sera spennandi og upplivingarríkur túrur.

Fari við hesum at ynskja tær hjartaliga tillukku við 70 ára føðingardegnum, takk fyri tað tú hevur útinnt og verið við til at skapa, tøkk fyri títt úthaldni og at enda hjartans tøkk fyri tann týdning tú higartil hevur havt fyri bý okkara - mín heimstað. Má Harrin geva tær mong góð og skapandi ár afturat og signa teg og fjølskyldu tína. – Tú hevur higartil verið Klaksvíkini ein virðismikil sonur!

Bestu heilsanir

Jógvan við Keldu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo