Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

26. juli 2019 varð  formlig avtala gjørd millum P/F Magn, Sørvágs kommunu, Elfelagið SEV og Heilsu- og innlendismálaráðið um oljuflutning til Mykinesar.

Í avtaluni eru partarnir samdir um at loysa málið um oljuflutning til Mykinesar soleiðis, at tað slepst undan at flyta oljutunnur út í oynna, og at olja verður koyrd til hvørt húski/oljutanga í bygdini.

Nú er tað komið hartil, at arbeiðið er liðugt og mykinesfólk kunnu fáa olju koyrda til hús og pumpaða í tangan, uttan at brúka oljutunnur.

Tað er ein søguligur dagur og verður ein stórur lætti hjá mykinesfólki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo