Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Hóast einki oljuvirksemi hevur verið á føroyska landgrunninum seinastu árini, og lítil útlit eru fyri nøkrum virksemi komandi árini, so hevur alla tíðina verið áhugi og vaksandi virksemi við royndarboringum og framleiðslu nærhendis føroyska markinum.

Hetta eigur at vera áhugavert fyri føroyska vinnu, tí føroysk vinna kann bjóða allar tær tænastur, ið øll sjóvinna nærhendis Føroyum hevur tørv á.

Føroyar eru eitt nýmótans samfelag mitt í Atlantshavinum við góðum samskiftis, ferða- og flutningssambandi til evropeiska meginlandið. Tí eru Føroyar kappingarførar við okkara nærmastu grannalond, tá ið tað snýr seg um at veita alskyns tænastur til frálanda- og sjóvinnuna um okkara leiðir.

Harumframt eru útlit fyri nógvari skipaferðslu framvið Føroyum komandi árini. Hesi skipini skulu viðlíkahaldast, umvælast, proviantera, bunkra, og skifta manning. Her hava føroyskar tænastu- og framleiðslufyritøkur gyltar møguleikar at bjóða seg fram, mitt í ferðslumeldrinum í Atlantshavinum.

Nevndin í Oljuvinnufelagum legði tí uppskot fyri ársaðalfundin, sum varð hildin í Vinnu­húsinum, hósdagin 29. apríl, um at broyta navnið og viðtøkur felagsins soleiðis, at endamálið verður víðkað til at savna allar føroyskar fyritøkur, ið veita tænastur til vinnur á sjónum í og nærhendis føroyskum øki umframt Arktis.

Í virki sínum skal Sjóvinnufelagið skipa fyri felags menning av hesum virksemi, bæði fyri einstøku fyritøkurnar og kørmunum fyritøkurnar virka innanfyri. Millum limirnar skal felagið stuðla undir samskifti og førleikamenning, og úteftir virka sum felags málgagn mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu.

Ársaðalfundurin tók undir við uppskotinum frá nevndini.

Á ársaðalfundinum stóðu Anja Jacobsen, Eli Lassen og Leif Hovgaard fyri vali. Tey vórðu øll afturvald.

Nevndin í Sjóvinnufelagnum hevur skipað seg soleiðis:

Leif Hovgaard, formaður
Eli Lassen, næstformaður
Anja Jacobsen, nevndarlimur
Christian Danielsen, nevndarlimur
Jannis Moraites, nevndarlimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo