Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Tað sýnist sum eitt gott mál hjá samfelagnum at seta sær, at mestsum allir næmingar, ella 95 prosent, skulu í miðnám. Hetta málið setti danska stjórnin fyri nøkrum árum síðan, og onkursvegna er hetta eisini vorðið eitt mál hjá okkum.

Vit eiga at sleppa hesum málinum, heldur Sonni Ó. Djurhuus, sum í januar tók við sum skúlastjóri í Skúlanum við Streymin.

- Eftir mínum tykki er tað skeivt at seta sum mál, at mestsum allir næmingar skulu í miðnám; tað er avgjørt ikki tað rætta fyri nógvar næmingar; í sjálvum sær leggur hetta málið trýst á nógvar næmingar, ið kanska heldur eiga at fara aðrar vegir, so sum í læru ella í sjóvinnuna. Tað er eingin orsøk at eftirapa okkum danska samfelagnum; Føroyar og Danmark eru ymisk samfeløg, ikki minst tá ið talan er um, hvørjar vinnur eru ráðandi.

- Í staðin fyri at kaga til Danmarkar eiga vit at spyrja okkum sjálv, hvat vit liva av í Føroyum, hvat eyðkennir okkum, hvat okkara samfelag byggir á, og hvat vit hava brúk fyri. Onkursvegna er tað vorðið ómentað og óintellegent ikki at fara í miðnám, og tað er púra misskilt.

Lestrarvegleiðararnir í skúlunum hava eina ógvuliga stóra uppgávu at vegleiða næmingarnar, soleiðis at teir velja tað, sum er rætt fyri teir, og ikki lata seg trýsta av, hvat hini gera, sigur Sonni Ó. Djurhuus.

- Var eg lestrarvegleiðari, hevði eg ikki vegleitt einum næmingi at fara á miðnám, sum ikki er egnaðar at fara handa vegin. Aðalmálið má vera, at næmingarnir koma á røtt hill og klára seg so væl sum til ber. Tað má vera fremsta málið hjá okkum vaksnu at vegleiða tey ungu, soleiðis at tey velja tað, ið veruligi hugur teirra vil. Somuleiðis er eisini umráðandi at vegleiða tey ungu soleiðis, at tey ikki leypa um garðin, har hann er lægstur, tað vil siga sokallaðar lættar breytir. Heldur eiga tey at velja breytir, sum hava teirra størsta áhuga, tí tað gevur størst gleði og gagn, eisini í framtíðini.

Lesið samrøðu við Sonna Óla Djurhuus í Skúlablaðnum, sum kom í august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo