Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hvør er komin við pengum til Føroyar?

Tað eru reiðarar, fiskimenn, landarar, flakafólk, føroyingar sum hava siglt við norskum, íslendskum og donskum skipum í frálandavinnuni.

Eisini eru nógvir føroyingar, sum hava arbeitt uttanlands.

Politistar og onnur donsk lønt, og ikki skulu vit gloyma Blokkstuðulin.

Tey seinastu 30-40 árini hevur alivinnan eisini útflutt fyri nógvar milliardir.

Ferðavinnan er komin við nakað av peningi seinastu 10 árini.

Eisini eru fleiri smærri fyritøkur, sum útflyta nakað, onkur er nokk gloymdur.

Allur hesin peningur, sum er komnin til landið hesi seinastu 100 árini frá hesum vinnum, hava gjørt Føroyar til eitt valferðarsamfelag.

Nú havi eg sitið í einum koyristóli í 7 ár, og eg vil takka hesum fólkum fyri, at eg fái mína fyritíðarpensión.

Allir hesir pengarnir eru farnir í umferð, til arbeiðsfólk, handverkarar, og nógv onnur, hava gjørt, at vit hava fingið eitt gott sjúkrahúsverk, barnagarðar, skúlar, lærarar, kontórfólk og nógv annað.

Vegir, tunlar, ítróttarhallir, svimjihallir, ítróttarvallir og mangt annað, er eisini gjørt fyri hesar pengar.

Ikki skulu vit gloyma løn til løgtings, landsstýrisfólk og umsitingina.

Nakrir búskaparfrøðingar, hava so nógv ímóti, at nakrir fiskimenn í okkara høvuðsvinnu, fáa góða inntøku.

Ein sigur, at fiskivinnan er ein útreiðsla fyri Føroyar.

Eg haldi í hesum førinum, at øvundsjúkan kemur fram um útbúgvingina.

Í nógvum førum eru tað tey sum hava gingið longst í skúla í Danmark, og fingið mest frá SU, sum eru mest ímóti okkara høvuðsvinnu.

Eg haldi eisini, at vit skulu loysa frá Danmark, men ikki enn.

Fyrrverandi fiskimaður og skipari
Eyðun Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo