Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Sum liður í at uppstiga útbúgvingarmøguleikarnar innan byggivinnuna, tekur Glasir nú stig til, at øll byggifrøðiútbúgvingin kann takast í Føroyum. Samstarvsavtala við VIA University í Horsens tryggjar, at útbúgvingin á Glasi er á sama støði sum í grannalondunum.

Glasir hevur í ein tíð arbeitt við møguleikanum at bjóða út alla byggifrøðiútbúgvingina á Glasi. Mentamálaráðið gav í fjør formligt loyvi til at byrja útbúgvingina, treytað av, at avtala fekst í lag við útlendskan stovn, sum kundi tryggja útbúgvingina. Avtala er nú gjørd við VIA University í Horsens, og tí kunnu tey, ið byrjaðu á byggifrøði í 2018 halda fram við útbúgvingini á Glasi. Professiónsbachelor-útbúgvingin tekur samanlagt 3½ ár, tá starvsvenjing og høvuðsuppgáva, sum liggja ávikavist á 6. og 7. lestrarhálvári, eru tikin við. Hetta er onnur professiónsbachelorútbúgvingin, ið kann takast á Glasi. Hin er innovatión og íverksetan, sum byrjaði á sumri í ár.

Tey, ið áður hava lisið byggitøkni, kunnu nú søkja um at taka restina av byggifrøðiútbúgvingini á Glasi. Tey kunnu søkja um upptøku við at seta seg í samband við Hægri Nám á Glasi. Undirvísingin byrjar í januar 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo