Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað er ikki lætt at vita, hvussu nógvir postkassar í veruleikanum hava sagt "nei takk til lýsingar". Hetta er eitt loyniligt tal, og sjálvandi vil Posta hava tað loyniligt sum longst.

Uppgávan hjá Posta er at tjena pengar, og tess meira Posta hevur at bera út, tess meira pengar.  

Púra logiskt.  

Heldur ikki hevur tað nakran áhuga fyri Miðlahúsið at vita, hvussu stórt ella lítið hetta talið er, tí Miðlahúsið vil helst sleppa at brúka stóra talið sum sigur, at tað eru einir 20.000 postkassar í Føroyum.

At fara út at selja lýsingar við talinum 20.000 er jú betri agn fyri at fáa lýsingina, enn at fara út við til dømis 5000, sum møguliga er rætta talið.  

Hetta er eisini púra logiskt.  

Og fyri prentsmiðjuna er tað eisini fínt at halda seg til stóra talið. Fleiri eintøk skulu prentast, meira kemur í kassan.  

Logiskt.  

Eftir at plastposarnir við bløðum í nú eru klárir at berast út í postkassarnar, mugu vit so spyrja, hvar teir posarnir enda, sum postkassarnir hava sagt "nei takk" til.  

Jú, teir enda á brennistøðunum.

Og brennistøðirnar fáa eitt stórt tal aftur av plastposum. Kanska eini 30-40 prosent.

Men brennistøðirnar hava ikki kapasitet til at skilja pappír frá plasti, so hetta verður brent saman.

Tí hava brennistøðirnar eina rættiliga góða føling við, hvussu nógv fer óuppskrætt í brenniovnin.  

Eini 30-40 prosent.  

Miðlahúsið hevur leikað í seinastu tíðina, tí útberingargjaldið hjá Posta skal fara upp frá 1. apríl at rokna.

Og Miðlahúsið fær góða hjálp frá landsstýriskvinnuni, sum einki hevur við Posta at gera, og sum sjálv hevur starvast í Miðlahúsinum.

Mentaráðkvinnan hjá Javnaðarmiðlinum er í øðini inn á Posta.  

Mentaráðkvinnan, sum áður hevur sagt av tingsins røðarapalli, at hon vil hava bløð, pappír, tí tað luktar so deiliga væl at koma inn í eina kiosk um kvøldarnar at keypa eitt nýprentað blað, bronglast nú við at fáa eitt uppskot snikkað saman, so hennara miðil skal fáa hjálp til at prenta nógv bløð, har 30 til 40 prosent enda í brenniovnunum á brennistøðunum.  

Ella sagt á annan hátt, har 30 til 40 prosent fara upp í royk.  

Tað reina oyðsl bæði búskaparliga og umhvørvisliga.

Og stakkals lýsarar!

At fara og stuðla nøkrum sum er komið uttast út á eggina, er púra burturvið.

Um allan heimin er trendurin at bløðini fækkast og netmiðlarnir blóma.  

Hevur Miðlahúsið tað so ringt, so er at fáa sonnu tølini á borðið um, hvussu nógv veruliga talið er, sum skal berast í postkassarnar, so verður minni at bera út, og sparingin eini 30 til 40 prosent.  

Púra logiskt!  

Og hvat sigur Posta til spurningin um, hví Posta ikki hevur lepan sum sigur "ja takk til lýsingar".

Er tað ikki eitt uppskot?

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo