Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í dag er ein stórur dagur fyri Sp/f NN Holding (MARK) og meirilutan í Tórshavnar kommunu, við Anniku Olsen, borgarstjóra, og Marini Katrinu Frýdal, forkvinnu í byggi- og býarskipanarnevndini, á odda.

Hetta er nevnliga dagurin, har hetta smápartafelagið setti gravimaskinurnar í gongd á einum ikki minni enn 10.500 fermetra stórum øki, sum felagið hevur fingið fyri undirprís frá Tórshavnar kommunu, eftir at lendið í 2018 varð boðið innbodnum pørtum at keypa frá Tórshavnar kommunu, við ymsum treytum um nýtsluendamál.

Hóast eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða kærdu hesa lendissølu, so vísti Kommunala Eftirlitið Tórshavnar kommunu stóra vælvild, og blástemplaði lendissøluna, hóast at Eftirlitið staðfesti, at sølan av lendinum ikki var fult í tráð við ásetingarnar í kunngerðini um sølu av kommunalum fastognum.

Munur gjørdur á kommunum og borgarum

Til samanberingar, so hevur málið um eina sølu av byggilendi í Saksun hjá Sunda kommunu nýliga, fingið nógva umrøðu í miðlunum seinastu tíðina. Í hesum sambandi er m.a. ført fram, at Kommunala Eftirlitið metir hesa lendissøluna hjá Sunda kommunu at verða í stríð við ásetingarnar í kunngerðini um sølu av kommunalum fastognum.

Fyri eigarafeløgini Undir Kongavarða tykist viðgerðin hjá Kommunala Eftirlitinum margháttlig, og gevur eigarafeløgunum eina fatan av, at Kommunala Eftirlitið tillagar sínar niðurstøður alt eftir hvør kommuna talan er um. Og Tórshavnar kommuna fær eftir øllum at døma nógv fríari ræsur til lendissølur, enn eitt nú Sunda kommuna.

Kommunala Eftirlitið stingur høvdi niður í sandin

Eigarafeløgini Undir Kongavarða sendu nevnliga hin 19. aug. 2019 kæru til Kommunala Eftirlitið um hesa lendissølu av 10.500 fermetrar Undir Kongavarða, til smápartafelagið Sp/f NN Holding.

Saman við kæruskrivinum vóru latin fleiri skjøl sum vístu, at lendið varð ikki boðið út alment, og Tórshavnar kommuna tryggjaði sær á ongan hátt, at søluprísurin var hóskandi.

Men lítið hjálpti. Í svarinum sum Kommunala Eftirlitið sendi eigarafeløgunum Undir Kongavarða hin 20. dec. 2019, skrivað tey m.a. soleiðis um spurningin um alment útboð og um spurningin um prísin:

"…Kommunali eftirlitsmyndugleikin er av teirri fatan, at kommunan eisini átti at lýst við søluni í dagbløðunum, men ger ikki meir hesum viðvíkjandi, vísandi til at endamálið við ásetingini má sigast at vera rokkið…"


"…Spurnartekin kann setast við, um kommunan átti at gjørt sær eina nærri meting av, hvat marknaðarvirðið var á ognini við teimum ásettu treytunum. Vísandi til at kommunan hevur eitt reiðiliga stórt rásarúm til at meta um marknaðarvirðið á kommunalari fastogn, sum verður seld við treytum, og at ognin er boðin út alment, ger kommunali eftirlitsmyndugleikin ikki meir við hendan spurningin…"

Og í niðurstøðu síni skrivar Kommala Eftirlitið m.a. soleiðis:

"…Staðfestast kann, at kommunan ikki hevur boðið kommunalu fastognina út í tráð við orðaljóðið í kunngerðini um alment útboð av kommunalari fastogn §3, stk. 1. Kommunali Eftirlitsmyndugleikin ger tó einki við hetta…."

"…Kommunan hevur selt lendið fyri ein prís, sum helst er undir marknaðarvirðið á lendinum. Við søluni fylgja tó nakrar treytir, sum ger tað torført at meta um marknaðarvirðið á ognini. Mett verður, at kommunan hevur ein ávísan kommunalan áhuga í at seta nevndu treytir við søluni og tískil eisini eitt reiðiliga stórt rásarúm í síni meting av marknaðarvirðinum av ognini. Kommunali Eftirlitsmyndugleikin fer tó at heita á kommununa um frameftir at hugsa um at gera meira fyri at meta um marknaðarvirðið á teimum ítøkiligu ognunum, sum verða seldar. Hetta kann hjálpa kommununi í metingini av, um tað er fíggjarliga ráðiligt at selja ognina fyri tað boðið, sum er komið inn.

Kommunali eftirlitsmyndugleikin ger ikki meir við málið…"

Ræðast myndugleikar og miðlar Tórshavnar kommunu?
Fyri borgararnar Undir Kongavarða er tað eitt stórt vónbrot, at kommunali eftirlistmyndugleikin ikki hevur rygg til at taka dystin upp við Tórshavnar kommunu, men allan vegin ígjøgnum tillagar sínar tulkingar av kunngerðini um sølu av kommunalari fastogn, til fyrimuns fyri Tórshavnar kommunu, hóast staðfest verður, at sølan fylgir ikki ásetingunum í kunngerðini.

Kommunala Eftirlitið hevur harumframt við svarið sínum uppá kæruna, givið í øllum førum Tórshavnar kommunu uppskriftina uppá, hvussu tað eisini framyvir ber til at umgangast ásetingarnar í kunngerðini um sølu av fastogn. Okkurt bendir tó á, at Sunda kommuna ikki hevur fingið sama rásarúm sum Tórshavnar kommuna, og at Tórshavnar býráð sostatt fær serviðgerð

Málið um lendissøluna Undir Kongavarða til eitt privat smápartafelag fyri kr. 157,- fermeturin, hevur heldur ikki fingið nógv umrøðu í miðlunum. Tað kann undra, tí innlitsumbønir frá eigarafeløgunum Undir Kongavarða hava víst, at har er so nógv tilfar í málinum, sum geva eina greiða mynd av, at hjá sitandi býráðsmeiriluta við Anniku Olsen og Marin Katrinu Frýdal á odda, er meginreglan at "hensigten helliger midlet".

Næsti leikur
Innlit í seinastu fundarfrásagnirnar um málið geva eisini ábendigar um, at umrødda smápartafelag og býráðsmeirilutin sita um sama borð og umrøða, hvussu næsti leikur skal fara fram í hesum málinum.

Hetta fyri at finna ein leist, soleiðis at hetta smápartafelagið við makaskifti ella líknandi, kann fáa uppaftur meira lendi frá Tórshavnar kommunu, fyri somu lítlu upphæddina sum felagið higartil hevur rindað. Í øllum førum kann sigast, at hetta smápartafelag hevur møguliga betur samband inn til býráðsmeirilutan á Vaglinum, enn teir hundratals borgararnir, sum búgva í økinum Undir Kongavarða.

Uttan hjálp frá eftirlitsmyndugleikanum ella miðlunum, so kunnu borgararnir á Argjum einans hyggja at meðan Tórshavnar býráð hóvar sær sum tað lystir. Sitandi býráðsmeiriluti hevur í øllum førum prógvað, at áhugamálini hjá einum smápartafelag viga meira enn trivnaður hjá hundratals borgarum í økinum Undir Kongavarða og við Klingurstjørn.

Eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo