At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

(myndir: Eddie Lauritsen)

(myndir: Eddie Lauritsen)

- Eitt ordans skrædl úti í Lamba, av Rógvuni niður yvur Háldanatorvu og bóndabólið og á slætt, ein partur av nýggju gøtuni er eisini farin. Soleiðis skrivar Eddie Lauritsen, bóndi í Mykinesi, í eini dagføring á facebook nú seinnapartin.

Við VP sigur Eddie, at lopið, sum ikki sæst úr bygdini, helst hevur verið í gjár ella tíðliga í morgun.

- Vit vóru burtur í haga sunnudagin, og tá var tað ikki hent. Men tá vit vóru eftir veðrum fyrrapartin í dag sóu vit tað, sigur Eddie Lauritsen.

Hann heldur, tað kann vera nógva regnið, sum hevur verið í seinastuni, sum hevur elvt til skriðulopið, sum er óvanliga stórt. Men teir hava ikki verið úti hjá sjálvum lopinum enn, so teir vita ikki, um tað er mest mold og eyrur ella um tað er sjálvt bergið sum er lopið.

- Eg veit ikki, um seyður er farin. Men har eigur nógvur lundi um sumrarnar, so teir noyðast at finna sær okkurt annað at búgva í, heldur Eddie fyri.

Eisini er nakað av gøtuni farin undir av nógvu moldini, kanska einir 100 metrar ella so.

(myndir: Eddie Lauritsen)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo