Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hví hetta ómannaða farið er rikið upp á land her um okkara leiðir, er ikki greiða fingin á enn, men málið er sent til løgregluna.

Sum myndirnar vísa, so er nakað av útgerð í farinum, sum er 3 m langt og einar 0,7 m breitt.

Og farið er rikið við sólorku, sæst eisini á myndunum.

VP hevur spurt hjá løgregluni og MRCC og siga báðir myndugleikarnir seg hava fingið kunning um hetta farið.

Kanska onkur av lesarunum hjá VP veit meira at siga um slík ómannað før og í hvørjum sambandi tey verða brúkt.

Ein lesari hevur kunnað um, at í september í fjør var líknandi far funnið í Skotlandi - les her

Meira fæst eisini at vita HER

Sambært Forbes, so brúkar amerikanski herflotin slík før, sum kallast Wave Glider, í sambandi við at gera kanningar av ymiskum slagi.

Í fjør var ein Wave Glider, útgjørdur við nógvum antennum, funnin í Florida. Tað vísti seg at vera Wave Glider, sum var partur av loyniligum stjórnarprosjekti í sambandi við smugling í økinum, skrivar Forbes.

Myndir: VP.FO

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo