Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Korona frábrigdið Omikron er nú staðfest hjá starvsfólki á Landssjúkrahúsinum.

Tað váttar Steinar Eirikstoft, forstjóri í sjúkrahúsverkinum fyri VP. Hann sigur, at tað er serliga skurðdepilin sum er raktur.

- Vit fingu boðini tíðliga í morgun, og eg veit ikki so nógv meira beint nú. Vit fylgja støðuni tíma fyri tíma, øll svar eru heldur ikki komin enn, men vit vita, at tað er ikki bara á skurðdeplinum at koronasmitta er funnin, men tey flestu eru har.

Í gjár kom fram, at 16 fólk á LS vórðu staðfest positiv. Sambært upplýsingum hjá VP er hetta talið munandi størri nú. Men tað fær Steinar Eirikstoft tó ikki vátta. Hann fær heldur ikki sagt, um øll eru smittað við Omikron, ella bara ein partur.

- Hetta er alt so nýtt, og fleiri kanningar mugu gerast, sigur hann.

Omikron frábrigdið er ikki áður staðfest í Føroyum. Tað skal smitta nógv verri enn øll onnur frábrigdi av korona virusinum. Men sjúkugongdin skal vera mildari, verður sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo