Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í hesum døgum er komin út bókin Ommudidd og onnur merkisfólk á Trøllanesi. Tað er Malan Jóhanna Østerø í Klaksvík, ættað av Trøllanesi, sum hevur skrivað bókina.

Tað er so  heppið, at tað finst nógv keldutilfar um hesa søgu, sum bókin snýr seg um. Hetta er fyrst og fremst brævaskifti, sum ættarfólk hava verið so framskygd at varðveita.

Høvuðspersónurin í bókini er Anna Sofía Joensen, men annars er bókin ein áhugaverd lýsing av lívinum í tá fjarskotnu bygdini Trøllanes.

Anna Sofía var ommusystir Maluna. Hon tók við húsarhaldinum í Innistovu, eitt av teimum trimum húsunum á Trøllanesi, tá ið omman, Marin Malena, doyði á ungum árum frá sjey børnum. Maður hennara var Jógvan Joensen, ættaður av Syðradali.

Anna Sofía varð kallað mostir av børnunum hjá systrini, men hjá teirra 21 børnum bleiv hon ”ommudidd”. Og sum frá leið bleiv hon ”ommudidd” hjá øllum, sum kendu hana, og øll høvdu ta størstu virðing fyri henni við tí myndugleika, sum hon hevði.

Bókin snýr seg fyrst og fremst um Ommudidd og annars um fólk og umhvørvið har norðuri. Tað er eingin ivi um, at tað var Ommudidd, sum stýrdi húsinum í Innistovu, og sum tískil  eisini hevði stóra ávirkan í allari bygdini. Hesum verður greitt frá í bókini, har tað eisini eru nógvar myndir, sum lýsa gerandisdagin á Trøllanesi, sum hann var tá.

Ommudidd var eisini trúgvandi kvinna við tilknýti til Brøðrasamkomuna. Hetta kemur eisini fram í brævaskiftinum við Mariu hjá Konrad, sum var gift við Jóhannes, systkinabarn Ommudidd, sum vaks upp á Trøllanesi. Tey vóru foreldur til kendu havnarfólkini Conrad Joensen, Sigurd Berghamar og Jónu Joensen.

Maria var eisini ein sermerkt kvinna, sum eisini fær nógva umrøðu í bókini. Hon er einasti lærari í Føroyum, sum varð uppsøgd, tí hon lat seg doypa í Brøðrasamkomuni. Brævaskiftið teirra millum er áhugavert. Báðar vóru tjóðskaparsinnaðar. Men meðan Maria skrivaði á donskum, skrivaði Ommudidd á føroyskum. Hon atkvøddi eisini fyri loysing í 1945. Tað vita vit bara, tí har vóru 100% og vali og øll atkvøddu fyri loysing.

Abbi Ommudidd var Joen Johannesen, ættaður úr Fuglafirði. Tí varð hann kallaður Fuglafjarðar Jógvan.

Eitt av áhugaverdu skjølunum, sum eru varðveitt í ættini, er gravtalan, sum presturin á Viðareiði, Jens Laurids Jensen, helt yvir Jógvani í 1887. Tað kunnu neyvan nógvar  so gamlar gravtalur vera varðveittar. Malan heldur, at talan er góð og hevur okkurt at siga okkum, eisini í dag.

Seinni parturin av bókini er eitt yvirlit yvir ættini hjá Fuglafjarðar Jógvan. Har eru fleiri hundrað nøvn, sum eiga part av hesi søgu.

Samanumtikið kann sigast, at bókin um Ommudidd fyrst er ein framúr kvinnusøga um eina megnarkvinnu, sum hóast hon var likamliga skerd, gav seg fult og heilt fyri børnini hjá systrini og síðan nógvum øðrum í ættini. Bókin er eisini ein framúr lýsing av Trøllanesi og annars Kalsoynni sum viðurskiftini vóru tá.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo