Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Sjáldan dvølur hugurin við tað ónda. Tann ríka signing, ið Guð gevur børnum sínum í trúnni á Jesus, stimbrar hugin at síggja tað vakra og gagnliga. Vakurleikin er stórsligin og yndisligur. At kalla ongantíð verður leitað eftir óndskapi millum menniskju.

Henda lívsfatanin er møguliga grunn og barnslig. Sigi ikki, at soleiðis skulu øll gera. Staðfesti einans, at ein ljósari tilgongd til lívsins avbjóðingar er gagnlig. Alt fellur lættari, um vit varnast tað góða og vakra. Mær tykir, at fá verða eydnurík av at síggja og umtala tað miseydnaða í lívsførsluni hjá næstrafólki ella kenningum.

Lívið hevur víst mær, at tað er skilagott at rudda fyri egnum durum, áðrenn vit fara inn á økið hjá grannanum.

Lívið í trúnni á Jesus hevur staðfest, at í mínum egna hjarta búði nakað, ið átti at verðið reinsað, áðrenn hugsanin gjørdist ljóðlig á mínum varrum. Júst henda vitanin er vísdómur, ið er betri enn vitska.

Tað er als einki ivamál, at óndskapurin er ein veruleiki. Svá hevur verið frá upphavi. Guðs mótstøðumaður arbeiðir við ídni, og skitnari amboðini eru, tess betur er lagið á illamanni. Hóast gudfrøðingur hóvar mær hetta heitið, tí tað er sigandi um allan óndskap. Illimaður vil ongum væl. Hann søkir tað illa og ynskir at bróta niður.

Illimaður er ein illviljaður maður, ið órógvar Guðs skapanarverk. Bæði menniskju og vøksturin á markini líða undir oyðandi verki hansara. Sjálvt tey, ið royna at hugsa jaliga, finna ikki nakað burðardygt í ringum og óndum verki.

Líknilsini um sáðmannin og illgresið í hveitiakrinum lýsa veruleikan. Tað er eitt stríð ímillum tað góða og tað ónda, góð avrik og skaðagerð, tað gagnliga og tað darvandi.

“Himmiríkið er líkt einum manni, ið sáaði gott sáð í veltu sína. Men meðan fólkini svóvu, kom óvinur hansara og sáaði illgresi upp í hveitina og fór so avstað.” (Matteus 13,24-25).

Tað er hugstoytt, at ein óvinur skal fara til verka í óndum verki, meðan sáðmaðurin svevur. Óndskapurin er ein sterk megi, ið er eirindaleys. At fara til verka til tess at bróta niður er ein óhugnaligur setningur at seta sær.

Heimssøgan prógvar, at teksturin hjá Matteusi evangelisti er sannur. Í vár verður hátíðarhildið, at 75 ár eru liðin síðan seinni heimsbardagi endaði. Óndskapurin bankaði á dyrnar hjá jødunum í Evropa, meðan tey svóvu. Tikin við valdi og megi. Vánalig viðferð ávegis til týningarlegurnar. Fleiri milliónir av jødum og øðrum minnilutum, t.d. samkyndum, vórðu mishandlað, pínd og avrættað.

Óvinur menniskjans arbeiðir, meðan vit durva og sova. Arbeiðir enntá, meðan vit vaka og útinna dagsins gerning.

Himmiríkið og helvitið eru ein veruleiki longu á jørðini. Trúgvin á Jesus eigur at fáa okkum at skapa ein betri heim í friði, virðing og góðtokka millum manna. Tað er ongantíð rætt at traðka á menniskju. Tað er eingin verjurøða, ið kann rættvísgera óndskap í hugsan ella verki.

Vit mega biðja lívsins Harra um styrki til at avnokta djevulin, hansara atburð og hansara gerningar. Ikki einans taka frástøðu frá tí ónda, men bróta uppum armar, fara til verka og virka fyri tí góða.

Vit mega lata okkum í herklæði Guðs, so at vit kunnu vera før fyri at standa ímóti sniðálopum djevulsins. Vit mega fara í øll herklæði Guðs, so at vit kunnu vera før fyri at veita mótstøðu hin vonda dagin og at standa við, tá ið alt er vunnið.

Týningin av jødunum í týsku týningarlegunum var ræðandi. Tíverri verða menniskju framvegis týnd og avrættað í 2020, svá felagsskapurin Open Doors hevur víst á.

Fólk verða dripin vegna sína trúgv, lívsfatan og húðalit. Hópgravir vitna um ómenniskjansliga viðferð, har lív hins einstaka er virðisleyst og als ikki heilagt.

Týning av menniskjum fer ikki altíð fram á stórum palli. Einsamøll sita tey hvør í sínum heimliga kliva. Happað og argað. Forfjónað og ræðslusligin. Dømd at søkja deyðan heldur enn lívið.

Ein sending frá Noregi um happing millum børn og ung í fólkaskúlanum varð víst á skíggjanum. Hon lýsti ein ungan drong, ið valdi at fara fyri egnari hond. Lívið var vorðið ein endaleys líðing. Eingin fakligur nærleiki frá avvarðandi myndugleikum. Umhvørvið megnaði ikki at taka hond um álvarsomu støðuna og avbjóðingarnar.

Umvegis sosialu miðlarnar varð skrivað nakað soleiðis til drongin: “Tú ert so ljótur og miseydnaður, at tú ikki hevur rætt at liva. Tak teg saman og stytt um tínar dagar. Tað er best fyri allar partar.”

Óndskapurin sáddi illgresið rundan um tann unga drongin. Illgresið køvdi vøksturin og lívið.

Kristnin trýr ikki á myrkursins veldi, men illimaður og helvitið eru tíverri ein veruleiki.

Í Jesu navni: Vit avnokta djevulin og allar hansara gerningar. Amen.

Orðið: “Og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa.” (Matteus 6,13).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo