Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bæði í Danmark og eisini í Noreg hevur svik verið sataðfest í sambandi við hjálparpakkar, men sambært stjóranum í TAKS, so er slíkt svik ikki staðfest her.

Uppá fyrispurningin svarar stjórin í TAKS, Eyðun Mørkøre, at sum hjálparpakki 2 er samansettur, so søkja fyritøkurnar fyrst út frá væntaðum umsetningi og væntaðum útreiðslum og fáa útgoldi stuðul samsvarandi hesum.

- Hesin stuðul verður veittur fyri tíðarskeiðið frá 1/4/2020 til 30/6/2020.

- Eftirfylgjandi verður ein uppgerð gjørd við veruligum umsetningi og veruligum útreiðslum.

- Í samband við uppgerðina, so skulu fyritøkurnar lata inn skjalprógv og so verður uppgerðin viðgjørd og møguligar reguleringar gjørdar í mun til umsóknina. Freistin fyri at lata TAKS hesar uppgerð er 31. oktober 2020.

- Enn eru ongar uppgerðir komnar inn, so endaliga viðgerðin hevur ikki verið enn, og vit hava fyribils ongan varhuga av at nakar hevur roynt at svika við hesum, sigur Eyðun Mørkøre.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo