Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: Umhvørvisstovan hevur gjørt eitt yvirlit yvir talið av nýggjum ella broyttum adressum fyri tíðarskeiðið 2012 – 2019.

 

Ongantíð fyrr eru so nógvar nýggjar adressur komnar sum í 2019, tá 340 adressur løgdust afturat.

 

Um hugt verður eftir talinum av nýggjum adressum í tíðarskeiðinum 2012 – 2019, sæst, ikki óvæntað, at nógv tær flestu nýggju adressurnar eru í Tórshavnar kommunu, har 783 nýggjar adressur eru lagdar aftrat síðani 2012. Síðani kemur Eysturkommuna við 92 adressum og harnæst Klaksvík við 74 nýggjum adressum síðani 2012.

 

Í trimum kommunum er ongin nýggj adressa komin í nevnda tíðarskeiðið. Tað eru Hovs, Kunoyar og Skúvoyar kommuna.

 

Stóra framgongdin í talinum av adressum heldur fram í 2020. Í fyrsta ársfjórðingi 2020 løgdust 86 adressur afturat:

 

Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni ber til at síggja eitt neyvari yvirlit yvir talið av nýggjum adressum í kommununum og einstøku bygdunum og býunum í landinum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo