Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Seinastu tveir mánaðirnar eru 7,5 milliónir nýggj arbeiðspláss komin í USA, skrivar Bloomberg News.

Hetta er væl meira enn væntað, og arbeiðsloysið er nú komið niður á 11%.

Ongantíð síðani í 1930unum, tá stór kreppa var, eru so nógv nýggj arbeiðspláss skapt uppá so stutta tíð.

Ein vandi er tó, at talið á nýggjum koronatilburðum er vaksandi. Tað kann gera, at stígur kemur í aftur búskapin.

Amerikanski búskapurin er heimsins stórsti, og tí hevur gongdin har týdning fyri allan heimsbúskapin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo