Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

"No time to die" hevur nú selt yvir eina millión atgongumerki í Danmark.

Tað er fyrstuferð at ein James Bond filmur selur so væl í Danmark, upplýsa tey sum umboða filmin, SF Studios, í einum tíðindaskrivi.

Metið varð sett í gjár, og selt er fyri tilsamans 126 milliónir krónur í Danmark.

"No time to die" er filmur nummar 25 um bretska agentin James Bond, sum í seinastu fimm filmunum er leiktur av Daniel Craig. Hesaferð varð seinasta ferðin hjá honum.

"No time to die" varð útsettur fimm ferðir av koronafarsóttini.

Filmurin er eisini tann fyrsti, har ein partur er tikin upp í Føroyum. Ein útgáva av Trøllanesi er at síggja í filminum, sum eisini hevur verið væl vitjaður í biohallunum her heima.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo