Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-105/2020 eftir § 52a í tingskipanini um tilskot til heilivág, frá Ingilín D. Strøm, løgtingskvinnu.

Spurningurin var soljóðandi:

- Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera tilskotsstigan til heilivág stigvaksandi eftir inntøku?

Svar:
Landsstýrismaðurin hevur ongar ætlanir í løtuni um at gera tilskotsstigan til heilivág stigvaksandi eftir inntøku.

Harafturímóti fer landsstýrismaðurin at taka stig til at kanna, um tað er møguligt at lækka egingjaldið hjá lesandi, ið samstundis hava eina kroniska sjúku.

Tilskot til heilivág verður í dag veitt við heimild í heilsutrygdarlógini. Skipanin er soleiðis, at børn og ung, yngri enn 18 ár, gjalda ikki egingjald av tilskotsheimilaðum heilivági.

Fólk í aldrinum 18 – 67 ár gjalda í mesta lagi 2.125,65 kr. um árið, meðan fólk 67 ár og eldri og fyritíðarpensjónistar í mesta lagi gjalda 1.359,15 kr. um árið av tilskotsheimilaðum heilivági. Hetta merkir, at tey, sum rinda mest fyri tilskotsheimilaðan heilivág, rinda í miðal 177,14 kr. um mánaðin.

Teir pensjónistar, sum rinda mest, rinda í miðal 113,26 kr. um mánaðin.

Soleiðis er munurin millum ein persón í aldrinum 18 – 67 ár og ein pensjónist, sum báðir brúka allan tilskotsstigan, 63,88 kr. um mánaðin.

Samstundis er vert at nevna, at heilsutrygdargjaldið er partvíst tengt at inntøkuni.

Øll, sum eru fylt 18 ár, og eru fevnd av heilsutrygdarlógini, gjalda 175 kr. um mánaðin, umframt 0,70% av skattskyldugu inntøku sínari í heilsutrygdargjaldi.

Hetta merkir, at t.d. lesandi yvir 18 ár og sum ikki hava aðra inntøku, rinda minni í heilsutrygdargjaldi enn t.d. pensjónistar, sum hava eina hægri inntøku.

Um tilskotið skal latast stigvaksandi eftir inntøku, krevur tað munandi broytingar í KT-skipanini hjá Apoteksverkinum, har tilskot verður útroknað, samstundis sum skipanin verður krevjandi og munandi torførari at umsita.

Sambært Landsapotekaranum verður staðiliga mælt frá at fremja tílíkar broytingar í KT-skipanini.

Sum eg havi skilt, eru tílíkar skipanir heldur ikki settar í verk í hinum Norðurlondunum.

Heilsumálaráðið, 26. mars 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo