At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Koronasmittan ger um seg í øllum heiminum.

Kirkjuligu myndugleikarnir hava fylgt gongdini frá degi til annan.

Vit hava lurtað eftir tilmælunum frá landsins myndugleikum, og vit takka fyri gott arbeiði.

Vit hava sent skriv til sóknarprestarnar og kirkjuráðini um mannagongdir, ið kunnu verja yngri sum eldri móti smittuni.

Trygdin hjá fólkinum eigur og skal vera í lagi, alt tað, ið liggur í okkara hondum.

Seinnapartin í gjár fingu prestarnir og kirkjuráðini enn eitt skriv við fleiri tilmælum.

Longu í dag er støðan broytt, og partar av tilmælunum ov veik.

Boðað verður frá, at allar gudstænastur í teimum føroysku kirkjunum verða avlýstar í mars.

Fyrst í viku 14 verður avgerðin endurskoðað.

Tórshavn 12. mars 2020
Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo