Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Veðurføst í Mykinesi, her hava vit bara tyrlu frá sept. til apríl. tvs. bara bát teir 4 summarmánaðirnar.

Annars púra kyrt, so bátur kundi væl komið til oynna, men Mykines er einasta oyggj í Føroyum, sum einans hevur tyrlu og ongan bát 8 mánaðir um árið og her búgva 14 fólk.

Fugloy, Svínoy og Skúvoy hava bæði bát og tyrlu alt árið. Dímun hevur sum Mykines einans tyrlu og Heystoyggin bát.

Hvussu ber tað til, at Mykines er við sviðið soð og ongan bát hevur 8 mánaðir um árið?

Avbjóðingin er at fáa farm til oynna vetrarmánaðirnar, nú ongin bátur er.

Her er nógv byggivirksemi og tað líkist ongum, at man ikki kan fáa siglt nakað tilfar til oynna 8 mánaðir um árið.

Eg veit, at tey høvdu undirskrift innsavnan í summar herúti, sum varð handað landsstýrismanninum í samferðslumálum, har man bað um bát til og við heystfrítíðina og so tilkalling restina av árinum.

Men her hevur ongin hoyrt aftur enn.

Og so bíða vit eftir tangabilinum, sum vit fingu lovað til oynna í summar, har er onki ornað enn.

Vit eru fleiri, sum skulu bíleggja olju til veturin, skulu vit veruliga noyðast at fáa oljutunnur út við tyrlu aftur hesaferð, tí vit hava heldur ongan bát at sigla oljutunnurnar út.

Vónandi kemur tyrlan kl. 15 seinnapartin... skuldi farið kl. 10.26 í morgun.

Oda W. Andreasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo