Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Lagt er upp til spenning í øllum trimum dystum, tí ongin er heilt greiður favorittur, tá annað umfar í Betri Deildini hjá kvinnum verður spælt mánadagin, 2. hvítusunnudag.

Kl. 12:15 á Ovara vølli í Gundadali: HB – NSÍ
Kári Reynheim og HB fingu ein ordans elddóp, tá tey taptu í Klaksvík í fyrsta umfari. Á pappírinum skuldi dysturin í morgin verið eitt vet lættari hjá steypavinnarunum, tí NSÍ liðið framvegis er spildurnýtt, men HB sleppur neyvan á stigatalvuna uttan hart arbeiði.

Tí eftir eina dreymabyrjan við Løkin má NSÍ væntast at koma í Gundadal við góðum móti. Tær skoraðu heili fýra mál í fyrsta dystinum móti EBS/Skála, frammanfyri einari áskoðarafjøld, sum sjáldan – um nakrantíð – er sædd størri til ein dyst í bestu kvinnudeildini.

Í dystinum í morgin sleppur NSÍ tó at royna seg móti munandi sterkari mótstøðu, enn tær fingu í fyrsta dystinum og hinumegin stendur titt svangt HB lið við møguleika fyri at vísa, at tær kunnu vinna fótbóltsdystir uttan stóra profilin frá í fjør, Heidi Sevdal, sum nú spælir fyri mótstøðuliðið.

Kl. 13:00 í Fløtugerði í Fuglafirði: ÍVB – KÍ
ÍVB skal á heimavølli reisa seg, eftir at tær í fyrsta dysti vóru fyri óvæntaðum tapi í Gundadali móti B36. Felagsliðið var undan dystinum greiður favorittur, men eitt tendrað og vælleikandi B36 lið gav teimum eina harða byrjan upp á kappingarárið. Nú skulu tær reisa seg móti KÍ, sum í fyrsta umfari greiddi sína skyldu á heimavølli móti steypavinnarunum úr HB.

Meðan KÍ má væntast at koma til dyst við nógvum sjálvsáliti og sterkari manning, er hópurin hjá ÍVB longu darvaður av skaðum. Miðverjin Annika R. Christiansen er úti við langtíðarskaða, og so eru toppskjúttin Hanna Højgaard og ungi miðvallarin Karin Áslaksdóttir ivasamar undan dystinum, og tað sama er galdandi fyri Martu Thomsen. Í serliga Honnu Højgaard kann ÍVB koma til at mangla tann skjótleikan í álopinum, sum ofta skal til fyri at bróta ígjøgnum royndu og sterku verjuna hjá føroyameistarunum.

Talan er um tey bæði liðini, sum undan kappingarárinum væntast at kappast um FM heitið í ár, og innanhýsis dystirnir teirra millum eru tí altíð verdir at hyggja eftir.

Kl. 18:00 í Hólmanum á Eiði: EBS/Skála – B36
Á Eiði tekur EBS/Skála ímóti B36, sum í fyrsta umfari tók øll á bóli við at vinna sannførandi á ÍVB.

Unga felagsliðið mátti hinvegin leggja rygg til eitt 4-0 tap í Runavík í fyrsta dystinum. Síðan tá er 22 ára gamla Randi Fagradal løgst afturat hópinum, og við næstan 100 dystum í bestu deildini kryddar hon unga hópin við nógvum kærkomnum royndum.

Úrslitini í fyrsta umfari benda á, at B36 er favorittur í hesum dystinum, men hetta er samstundis ein dystur, har EBS/Skála óivað sær ein møguleika fyri at koma á stigatalvuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo