Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fótbóltssamband Føroya: Í samráð við føroyameistararnar KÍ og steypavinnararnar HB er avgjørt, at stórsteypadysturin hjá kvinnum ikki verður spældur á hesum sinni. Liðini bresta saman longu í fyrsta leikumfari 24. mai, og spæla tí venjingardystir móti øðrum liðum hesar seinastu vikurnar áðrenn kappingarbyrjan.

Stórsteypadystur hjá kvinnum varð fyrstu ferð spældur í fjør, tá HB vann heili 7-1 á EB/Str/Skála. Dysturin í ár skuldi upprunaliga spælast í februar, men fyrst illveður og síðan koronasteðgur hava forðað tí. Møguleiki er tó framvegis fyri, at stórsteypadysturin millum KÍ og HB verður avgreiddur seinni í ár.

Betri Deildin hjá kvinnum byrjar sum nevnt 24. mai, og í fyrsta umfari taka føroyameistararnir KÍ ímóti HB, NSÍ tekur ímóti EB/Str/Skála, meðan B36 tekur ímóti ÍVB.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo