Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Omanfyri sæst býti av, hvussu fiskirættindi verða útlutaði kring heimin: Kelda: How Have Catch Shares Been Allocated? John Lynham, professari, 2013

Omanfyri sæst býti av, hvussu fiskirættindi verða útlutaði kring heimin: Kelda: How Have Catch Shares Been Allocated? John Lynham, professari, 2013

Í KVF í gjárkvøldið segði formaðurin í Sambandsflokkinum, at flokkurin ikki kundi góðtaka at øll fiskirættindi skuldu útlutast á uppboðssølu. Tí náddu samráðingarnar við samgonguna ikki á mál.

Tann 21. januar 2016 setti Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eina nevnd at gera tilmæli um nýggja fiskivinnuskipan eftir 1. januar 2018.

Tilmælið skuldi millum annað fevna um, at útlutingin av fiskirættindunum skal vera marknaðargrundað.

Í frágreiðingini hjá nevndini dagfest 3. oktober 2016 fráboðar hon, at nevndin hevði torført við at finna eina nøktandi semju um uppboðssølu av fiskirættindum.

Nevndin fráboðar eisini ”Við støði í neiligu afturmeldingunum á hoyringsfundunum frá øllum pørtum av vinnuni og fakfeløgunum kann spurningur setast við støðufestið í eini fullkomiligari umlegging av útlutingini av rættindum. Nevndin er ikki vitandi um nakað annað land, sum lutar út øll síni fiskirættindir á uppboðssølu, tí er torført at meta um avleiðingarnar av eini umlegging. Partur av nevndini metir ikki, at tað er skilagott at fremja eina so kollveltandi umlegging av føroysku fiskivinnuskipanini, sum tað at verkseta eina uppboðssølu av øllum fiskirættindum er. Partur av nevndini metir hinvegin, at uppboð av fiskirættindunum er skilabesti leisturin at luta út”.

Sí frágreiðingina hjá nevndini sett av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum frá 2016 her:

trýst her

John Lynham professari hevur í frágreiðing frá 2013 lýst, hvussu atgongdin til at fiska verður útlutað kring heimin.

Frágreiðin vísir, at umleið 54% av fiskirættindunum verða útlutaði grundað á søgulig veiðuhagtøl, 3% grundað á uppboðssølu og 6% grundað á javnt býti. Tey írestandi 37% vórðu útlutaði eftir einum kombinasjiónsleisti av háttum, íroknað ásetingar um skipakvotur.

John Lynham skrivar, at hetta staðfestur almennu fatanina av, at nærum allar skipanir fyri útlutanir av fiskirættindum hava ”grandfathered” privata atgongd til at fiska tilfeingið, og 91% av øllum fiskiskapi er útlutaður sum partur av TAC, grundað á søguliga veiðu.

Býtið av fiskirættindum finst í eini alment atkomiligari databasu. John Lynham professari mælir til, at hetta átti at verið eitt nýtiligt tilvísingaramboð fyri politikarar og akademikarar og onnur áhugaði í hvussu fiskirættandi vera umsitin.

Frágreiðing hjá John Lynham professara sæst her

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo