Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá eg setti meg at hyggja og lurta eftir Sambandsflokkinum í sjónvarpinum, og sá fleiri fólk sita har, sum hoyra til ta kristnu elituna, ja, so kundi eg ikki annað enn vænta mær andaliga føði ”fyri allar pengarnar”.

Men gakk! Har var onki at hoyra.

Sendingin var eitt andaligt og moralskt kollaps!

Tá tað kom til tað mest grundleggjandi í kristindóminum – ein tann størsta etiska spurningin – sum snýr seg um menniskja, so var svarið at vit høvdu ein grundlógartryggjaðan rætt til vælferð – tvs. umsorgan og nógv afturat – úr Danmark.

At vit føroyingar hava eina kristna/moralska skyldu, at taka okkum av hvørjum øðrum, varð ikki tikið upp á tungu.

Orðið KRISTIN VIRÐIR varð heldur ikki tikið upp á tungu. Hetta orðið, sum tann kristna elitan elskar at brúka tá ið spurningar niðan fyri nalvan eru til viðgerðar, var knappliga ikki til. Tey kristiligu umboðini høvdu mist tað burtur undir flýggjanini frá teirra kristnu/moralsku ábyrgd.

Samanumtikið má eg siga at hetta var ein tann ókristiligasta og mest ómoralska sending eg havi sæð.

Sjónvarpið eigur at ávara ímóti slíkum sendingum, fyri at umganga at børn og ung hoyra slíkan ólevnað og óflýggjaskap.

Nú spyr onkur kanska, um ikki teir kristnu/moralsku úrmælingarnir, sum nú í fleiri ár hava rópt og geyla um kristin virðir, hvørja ferð teir hava tevja kynsligan royk, fara at átala henda ókristiliga boðskapin, ið var boðaður hetta lagnu kvøld.

Nei, kæri vinur, eg kann vissa teg um at so verður ikki!

Tað kemur ikki ein tann einasti kristin/moralskur úrmælingur á vøllin.

Og orsøkin er einføld: Her er ongin kynsligur roykur at stimbra teirra kristiligu tráan.

Kristoffur D. Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo