Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein mamma, sum ynskir at vera dulnevnd, hevur sent VP eitt skriv, har hon millum annað greiðir frá einum søluátaki í FK.

- Seinasta søluátakið í FK gongur undir alt lágmark, skrivar mamman.

Hon greiðir frá, at átakið er galdandi frá 25. juni 2021 til og við 7. oktober 2021.

- Tey reklamera við, at man sum limur kann keypa 1 prinsessuslott fyri 899 kr. við 200 merkjum (uttan merkir fyri 1729 kr.)

- Man fær 2 merkir fyri hvørjar 100 kr. man keypir fyri í FK, t.v.s. at man má keypa fyri 10.000 kr. fyri at fáa 200 merkir.

- So øll familjan fer í holt við at keypa í FK, so man fær fatur á merkjum fyri at koma uppá 200 stk. Og børnini gleða seg til at fáa prinsessuslottið, sigur mamman.

Víðari sigur hon, at tá tey so fyrst í september hava samlað hasi 200 merkini, bíleggja tey prinsessu-slottið og bíða so í spenningi til eini boð fara at koma frá FK, at nú er prinsessuslottið komið.

- Men tað var ikki júst tey boðini vit fingu, sigur mamman:

"Góðan morgun.

Vit mugu tíverri boða frá, at prinsessuslottini frá Playmobil, eru útseld og koma ikki aftur á lagur. Samlimerkini kunnu goymast til næsta átak, ella tú keypur okkurt annað frá Playmobil.

Vinarliga

FK Hoyvík"

- Onki prinsessuslott, sum vit hava samlað til síðani 25. juni 2021. Men vit kunnu jú brúka merkini til næsta átak.

- Eg ringdi so til FK fyri at vita, hvat næsta átak er og fekk at vita, at tað eru møblar. 

- Eg kundi hugsað mær at vita, um FK virkiliga heldur, at børnini eru líka glað fyri møblar, sum fyri prinsessuslottið, sigur mamman, sum endar við orðunum:

- Sjálv haldi eg, at hetta er at misbrúka børnini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo