Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Ert tú til nútímans hipp-hopp rapp tónleik, so kanst tú gleða teg til ein hin best umtókta bólkin í ríkinum. Við fleiri milliónum av stroymingum bara á Spotify, kunnu vit vænta eitt risa show tá UDE AF KONTROL trínur á pallin á Okkara Voxbotn 2022.

Ude af Kontrol byrjaði í 2014 tá Daniel Balken, Joachim Nicholas Rouse og Mark Løvendahl settu bólkin á stovn, og teir hava verið virknir síðani. Teir hava lagt seg eftir at framleiða feitan hipp-hopp og rapp tónleik, sum veruliga fær dansigólvini at danda. Sangtekstirnir eru karráir, og tónleikurin kryddaður við alskyns nútímans rútmum og effektum. Teir eru fastir gestir á flest øllum festival­um og pallum í Danmark, eins og hittlistarnir als ikki eru fremmandir fyri teimum.

Á Spotify sæst, hvussu væl umtóktur bólkurin er. Til dømis er lagið “Velsignet – Har Det Godt pt. 2” stroymt meira enn 13.000.000 ferðir, og somuleiðis hevur lagið “Op A” eisini 13 mió. stroymingar. Fyrr í ár gav bólkurin út sjónbandalagið, “Taknemlig”, sum varð upptikið í Føroyum, sum vitnar um teirra alsk til oyggjar okkara. Hendan alsk fara vit óivað at uppliva til Voxbotn 2022 - 25. juni.

Kom við, tað verður vilt, tá Tobias Rahim, Brimheim, Reiley, Rasmus Hagen, Boyzlife, Michael Learns to Rock, Niarn, Hugorm, Tungevaag, Týr, Swangah og Safir eisini fara at framføra á Okkara Voxbotn 2022

Atgongumerki fáast í forsølu á ebillett.fo fyri 695 kr.

Okkara Voxbotn 2022 í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, SMS, BankNordik, Posta, Eta, Bilrøkt, Okkara, Power, Sisu og Nema

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo