Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Avgjørt er, at tivoli verður ikki á Skálatrøð. Í staðin fáa Tórshavnar Ítróttarráð, skótalið og aðrir felagsskapir pláss kring miðbýin til básar, tjøld og undirhald. Somuleiðis er ætlanin, at verandi matstovur og skeinkistøð skulu sleppa at víðka um teirra virksemi út á torg og vegir, har tað er ráðiligt. Soleiðis varð eisini gjørt í fjør. Tískil verður ikki pláss hjá øðrum at seta upp tjøld og básar til sølu og spæl á kommunalum øki á ólavsøkuni í ár.

Tórsfest, konsertin, sum Tórshavnar Ítróttarráð hevur skipað fyri á Vaglinum leygardagin áðrenn ólavsøku, er avlýst í ár.

Somuleiðis er gjørt av at strika stóra tónleikapallin Tórspallur, ið plagar at standa framman fyri Ráðhúsið ólavsøkuaftan- og ólavsøkudag. Í staðin er ætlanin at skipa fyri smærri framførslum og undirhaldi fyri børnum runt um í miðbýnum.

Vit eygleiða gongdina og skipa ólavsøkuna í samráð við Koronuráðgevingina. Er smittuvandin lítil, fáa vit væntandi eina rættiliga vanliga ólavsøku. Er smittustøðan hinvegin ring, kann tað gerast neyðugt at tillaga og møguliga avlýsa partar av ólavsøkuni.

Meira kunning um ólavsøkuna verður at frætta á www.torshavn.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo