Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í ringasta føri ganga fleiri føroyingar smittaðir við koronu uttan at vita av tí, sigur Hans Blaasvær, sum sjálvur er smittaður av onkrum í Føroyum. Hvat, veit eingin, og neyvan maðurin sjálvur.

Heilt erligt, hvussu kann ein vera sjúkur uttan at vita av tí? Tá skal ein gott nokk vera væl bedøvaður, um hetta kann lata seg gera.

Hvør fer til læknan sum er frískur? Tað vanliga er, at frískum tørvar ikki lækna, men sjúk gera tað. Hugsa tær til, at tú fer til læknan og sigur við hann, at tú er sjúkur og vil fegin verða viðgjørdur av honum. Læknin spyr teg hvat bagir, men tú svarar, tað veit eg ikki, eg havi eingin sjúkueyðkennir (symptomir). Do you get the point?

Tá ein billar sær inn, at ein er sjúkur uttan at vera tað, so er tað eitt sjúkueyðkenni í sær sjálvum, sum er eitt tekin uppá eina sálarliga sjúku.

Lat okkum so hyggja eftir hvussu vandamikil hendan sjúkan er fyri Føroyar.

Aftaná 17 mánaðir er støðan hendan (tølini eru frá 22-05-2021):

262.746 vorðin testað, 673 smittað uttan at vera sjúk.

Av øllum hesum 262.746 eru bert 0,26% smittað uttan at vera sjúk.

Restin, tvs., 99,74% vóru ongantíð smittað og eru tað framvegis ikki.

Tey 673 smittaði høvdu eingin sjúkueyðkenni. Tvs., í roynd og veru vóru tey ikki smittað og absolut ikki sjúk.

Eingin er deyður av Covid19 og svarar hetta til, at Covid19 er 100% ódeyðilig.

Men tey billaðu fólkinum inn frá byrjan av, at talan var um eina deyðiliga virussjúku sum hevur víst seg at vera ein kolasvørt lygn.

Tann eini sum er skrásettur til at vera deyður av covid19 í Føroyum, hvørki doyði av covid19, ei heldur var smittaður við sokallaðu covid19 virussini.

Og orsaka av hesum 0,26%, sum í roynd og veru hvørki vóru smittað ella sjúk, lótu myndugleikarnir samfelagið aftur.

Avgerðin um at lata samfelagið aftur var ikki grundað á vísindaligar sannroyndir.

Síðani koma vit til tað heilt stuttliga í sakini.

Tað sigst, at 668 eru vorðin frísk aftur uttan at hava verið sjúk.

Spurningur: Hvussu verður ein frískur aftur uttan at hava verið sjúkur av nøkrum?

Men aftaná 17 mánaðir sigst 673 vera smittað og 668 vorðin frísk aftur (Vit spæla bara við lygnunum hjá myndugleikunum og miðlunum eina løtu). Hetta skuldi givið 5 smittad í núverandi løtu útav 262.746 testum. Men uppgerðin frá myndugleikunum sigur 4 eru smittað í løtuni, tí tann eini sigst vera deyður av Covid19, sum tó ikki er satt. Tí velji eg bara at taka hendan eina við í roknistykkið sum smittaður við og ikki deyður av covid19.

So fáa vit 5 smittað av 262.746 testum sum svarar til 0,002% av øllum teimum testaðu.

Hetta svarar til, at 99,998% ikki eru smittað og tískil ikki eru sjúk av hesi ræðuligu, deyðiligu virussjúku.

Hesi yvirlit strekkja seg yvir 17 mánaðir. Umrokna vit hetta til eina árliga uppgerð, so gerast prosenttølini uppaftur minni.

Um fólk ikki duga at síggja, at tey verða fuppaði til langt upp um bæði oyru, so eru tey skítbýtt og hava uppiborið at verða bæði snýtt og eyðrænd.

Skal landið latast aftur vegna neyðarslig smá 0,26%? Og skal restin, sum er 99,74%, straffast orsaka av teimum 0,26%? Skulu 99,74% koppsetast tí at 0,26% kanska hava fingið eina tipta nøs? Hetta sum gongur fyri seg, er reindýrkaður djevulskapur.

Covid19 svikið er ein brotsgerð ímóti landsins borgarum, framt av myndugleikunum sjálvum og sokallaðum kristnum fólki við.

Fyri Danmark eru tølini hesi (23-05-2021):

Aftaná 17 mánaðir eru 31.387.709 testir framdar í DK.

Smittað gjøgnum 17 mánaðir 271.908.

Hetta svarar til 0,9% av øllum sum eru testað í 17 mánaðir í DK.

Tað vil aftur siga, at 99,1% av øllum sum testað vóru, blivu hvørki smittað ella sjúk.

Av øllum teimum sokallaðu smittað gjøgnum 17 mánaðir, sigst 255.624 at vera frísk aftur, uttan at hava verið sjúk.

Dags dato eru harvið 16.284 smittað í løtuni uttan symptomir og uttan at vera sjúk.

Og hesi útgera 0,05% av øllum teimum sum testað eru, og harvið eru í løtuni 99,95% hvørki smittað ella sjúk av hesi sokallaðu fuppvirussjúku.

Og hetta er hin ræðuliga og deyðiliga virussjúka og pandemiin tey kalla fyri Covid19, hvarí væl yvir 99% av fólkinum ongantíd enn eru rakt av gjøgnum 17 mánaðir.

Heilt erligt, har mátti onkur klokka ringt onkustaðni í toppinum, tað ber ikki til annað.

Covid19 er eitt fuppnummar av rang!

Men mangt eitt lívið hava tit oyðilagt og mong hava tit dripið vegna hesa djevulsku lygn, og enn fleiri koma tit at oyðileggja og drepa í komandi tíð vegna hesa lygn, tit ið mynda landsins leiðslu eins væl og læknar, yvirlæknar, landslæknar, heilsumyndugleikar, sokallaðir kristnir leiðarar v.m..

Tit eru í gongd við einum fólkadrápi, og spurningurin má tí eisini verða, hví tit rokna við at sleppa væl frá hesum brotsverkum?

Tað einasta fólk eru smittað við, er kraft-idioti. Og tað rímar eisini.

Símun A. Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo