Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Undir korona-afturlatingini á várið 2020 byrjaði átakið “online fyrilestrar”. Tað fyrsta tíðarskeiðið vóru ymsir fyrilestrar, m.a. um GRIT, sjálvleiðslsu, skapan vs. evolutión og frambering. Á heystið 2020 var eitt tema um politiska tonkjaran Hannah Arendt; ein tann mest sæddi fyrilesturin nakrantíð var við Anne Marie Pahuus, PhD og prodekanur á Århus Universiteti, sum tosaði um dømikraftina út frá ástøðini hjá Hannah Arendt.

Nú inn í januar byrja online fyrilestrar aftur. Hesaferð verður eitt tema um Hoyvík. Fyrsti fyrilestur verður við Høgna Hoydal. Aðrar persónar, ið vita nakað søguligt og ymiskt nútíðarligt um Hoyvík, koma eisini at hava fyrilestrar. Eisini koma ítróttarfeløg, samkomur, barnagarðar og skúlar í Hoyvík at greiða frá.

Fyrilestrarnir eru ókeypis og kunnu síggjast á hesi heimasíðu: https://www.onlinewebinar.life/events-2-1 (so við og við koma fleiri fyrilestrar á skránna). Inni á hesi heimasíðu síggjast eisini allir áðurhildnir fyrilestrar.

Online fyrilestrar verða í komandi ári stuðlaðir av Bygma Balslev og Reyni Service. Tí er Valborg Østerø sett í parttíðarstarv sum samskipari. Formaður fyri Online Fyrilestrar er hoyvíkingurin Jóhannes Miðskarð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo