Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Video-upptøkurnar eru eftir øllum at døma gjørdar av ísraelskum hermonnum sjálvum í Gaza

- Bara hesa seinastu vikuna hava minst 50 húski biðið um hjálp. Til samanberingar fær Mat- og klædnahjálpin vanliga í miðal 40 umbønir uppá ein heilan mánaða

Bretski herflotin skjeyt niður álopsdronu í nátt sum mett var skuldi leypa á farmaskip í Reyðahavinum

Uttanríkismálaráðharrin í Russlandi, Sergei Lavrov, heitti í gjár á Ukraina um at taka samráðingar upp við Russland heldur nú enn seinni, skrivar Institute for the Study of War (ISW) í síni dagligu rapport

Munurin er stórur á gamla Alexandrinas Hospitali og nýggja H-bygninginum. Bæði sjúklingar og starvsfólk lata væl at

Ein persónur sum er skuldsettur at arbeiða fyri ísraelsku fregnartænastuna Mossad, er tikin av døgum í Iran, skrivar almenna tíðindastovan IRNA

Fyrrverandi advokaturin hjá Donald Trump, Rudy Giuliani (79), er dømdur til at rinda 148 milliónir dollarar í endurgjaldi

Fríggjadagin 8. desember var árliga lutakastið um 10.000 skattafríar krónur. Vinnarin gjørdist 13 ára gamli Jógvan Vang úr Kaldbak, ið hevði sent Fiskaaling tveir brævbjálvar við sílaroðslu

Streymurin var ikki meira enn afturkomin, so fór hann aftur klokkan gott 18. Tað kann taka uml. ein tíma at finna og rætta brekið, sigur SEV

Í dag hava Tórshavnar kommuna og Sands kommuna skrivað undir samstarvsavtalu um tilbúgving í samband við Sandoyartunnilin

- Tað er eitt vónbrot, at Varpið ikki er raðfest á fíggjarlógini fyri 2024, sigur Annfinnur Heinesen, stjóri í Varpinum, við Útvarpið

Streymslit í meginøkinum, arbeitt verður við at rætta brekið sum skjótast, sigur SEV

Stýrið í Kommunufelagnum fer nú frá at vera eitt forum fyri 13 borgarstjórar, til at allir borgarstjórar nú skulu hittast á regluligum fundum í felagnum. Hetta samtykti eykaaðalfundurin hjá Kommunufelagnum í dag

Tórshavnar býráð hevur ásett fundardagarnar fyri regluligu býráðsfundirnar í 2024. Býráðsfundirnir eru almennir og byrja klokkan 16. Fundirnir verða eisini stroymdir

Í ukrainska vetrarlandslagnum venja russiskir hermenn – ikki til at kríggjast móti ukrainskum deildum, men móti sínum egnu landsmonnum

Um eina viku letur Sandoyartunnilin upp. Hetta er ikki bert ein tunnil, men ein víðkan av meginøkinum, sum kann útbýggja Føroyar suðureftir, sigur samfelagsfrøðingur við KVF

Týsdagurin 12. desember var ein serligur dagur, tí fyrstu skurðseingjastovurnar í H-bygninginum stóðu klárar at takast í nýtslu

Fýra limir í militanta terrorfelagsskapinum Hamas eru afturhildnir undir illgruna fyri at ætla at fremja álop á jødiskar institusjónir í Europa

Í terrorætlanini sum var avdúkað í Danmark, vóru fleiri persónar sum eru undir illgruna fyri at arbeiða vegna Hamas, sambært ísraelskum myndugleikum

Undir árliga tíðindafundinum hjá forsetanum í Russlandi váttaði forsetin at eggjaprísurin var farin 40 prosent upp. Russiska Irina vildi vita, hví so er

Fyrsta dagin verður Sandoyartunnilin tikin í nýtslu

- Sølan í ár gekk aftur væl, og ágóðin hesaferð er latin Jólahjálpini, sum Barnabati skipar fyri. Inn komu kr. 30.000

Á árliga tíðindafundinum hjá Putin, upplýsti forsetin millum annað at umleið 617.000 russiskir hermenn kríggjast í Ukraina. Beinleiðis frá tíðindafundinum

Fongslaði Kreml-kritikarin Aleksej Navalnyj er framvegis horvin, skrivar russiska netavísin Meduza

- bæði hjá løgtingsliminum og blaðstjóranum

- Tað ber til, men lønarskipanin má lagast til, sigur formaðurin í Starvsfelagnum við KVF

Tað vóru Margit Stórá, landsstýriskvinna, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, Torbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagum, og Heðin Mortensen, næstformaður í Kommunufelagnum, ið tóku ímóti álitinum

Fyrrapartin var Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, á vitjan í Nes kommunu. Við hesi vitjan vildi landsstýrismaðurin kunna seg nærri um landsvegakervið í Nes kommunu

 

Á lítlari samkomu á Gulaskúla í gjár varð peningurin fyri Skótahjálpina handaður teimum báðum verkætlanunum, sum í ár skuldu fáa pengar úr Skótahjálpini

Útlendskir ríkisborgarar eiga meginpartin av vøkstrinum

Starvsfólk og búfólk á Ellisheiminum í Havn hava fingið heiðurin fyri ársins átak hjá Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu

Noreg gevur meira loftverju og yvir tríggjar milliardir norskar krónur í stuðli til ukrainska statin. Tað skal brúkast til skúlar, heilsuverk og rakstur av samfelagnum

USA stuðlar Ukraina við 200 milliónum dollarum kunngjørdi Joe Biden forseti á tíðindafundi saman við ukrainska forsetanum Volodymyr Zelenskyj í Washington í kvøld

Ísraelski herurin er farin at pumpa sjógv inn í Hamas-tunlarnar í Gazageiranum, skrivar Wall Street Journal

40 fólk hava teknað seg til meritútbúgvingina, sum Tórshavnar kommuna fer at skipa í vár, skrivar KVF

Vælumtókti norski vísusangarin, Ole Paus, er deyður 76 ára gamal

Seinasta mikukvøld kallaðu kirkjuklokkurnar saman til "Teir sjey lestrar"-gudstænastuna við Marjun Lómaklett í Christianskirkjuni. Væl yvir 100 fólk høvdu leitað sær í Christianskirkjuna

Ein russiskur maður kláraði á løgnan hátt at koma umborð á SAS-flogfar úr Keypmannahavn til Los Angeles uttan ferðaseðil ella pass

Hægstirættur í USA lovar skjóta viðgerð av spurninginum um fyrrverandi forsetin Donald Trump hevur immunitet í málinum um at hann royndi at kolldøma valið

- Í fyrrárið var talið 550 børn, sambært aðalskrivaranum í Barnabata. Hoyr samrøðu í Útvarpinum

Stuðulin hjá Vesturheiminum til Ukraina skinklar, Russland vinnur aftur á hermótinum, fíggjarliga stendur væl, og fólk siga, at tey eru nøgd

Um 10 dagar letur Sandoyartunnilin upp, og fyrstu tíðina verður ókeypis at koyra gjøgnum hann, skrivar Kringvarpið

Fólkatalið vaks við 545 persónum seinasta árið, og 1. november búðu 54.557 fólk í Føroyum

Ein maður er handtikin fyri at hava dripið 45 ára gamla Anthony Littler, sum var dripin í 1984 við metrostasjónina East Finchley í London

Forsetisráðharrin í Ísrael Benjamin Netanyahu biður Hamas yvirgeva seg beinanvegin. Hann sigur tíðin hjá felagsskapinum er skjótt at enda komin

- Og verður uppaftur sterkari, tá ið kríggið er av – sum eisini hendi eftir at landið "hevði sigrað á Napoleon og Hitler"

Elon Musk lovar umstrídda konspirasjónsteoretikaranum Alex Jones aftur á X, hóast hann er dømdur at gjalda yvir 10 milliardir krónur í endurgjaldi

- Løgreglan hevði úr at gera seinasta samdøgrið. Ein hundur leyp á ein annan hund og beit eigaran, ein maður gjørdist frá sær sjálvum á flogvøllinum og onnur lógu avdottin, skrivar KVF

Nakrar myndir frá tiltakinum, tá jólaskipið kom inn á Vágsbotn fyrr í dag

Starvsfólk hjá Reyða Krossi í Palestina hava í dag tikið ímóti 100 lastbilum við neyðhjálp við markið millum Egyptaland og Gaza