Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tíðindastovan Reuters, sum endurgevur russisku ríkistíðindastovuna Ria, skrivar um spreinging og royk í finansøkinum í russiska høvuðsstaðnum

Ongar fráferðir ella komur eru á flogvøllunum í Moskva í nátt. Flogførini eru avlýst tí dronuálop er, skrivar Reuters

Ein fyrisiting hevur skyldu at svara borgarum. Tað sigur Umboðsmaðurin, sum á øðrum sinni gevur Runavíkar Kommunu átalu fyri ikki at svara eini umsókn um byggiloyvi

Kringvarpið hevur í summar sent Gekkin hóskvøld, men nú vetrarskráin stendur fyri durum, verður Gekkurin aftur á skránni hvørt fríggjakvøld

Jóna Kristin Thomsen skal skriva ein nýggjan mentanarpolitikk fyri Tórshavnar kommunu

Freistin at bjóða uppá lendi til innandura spæliland er mánadagin 28. august 2023 klokkan 12

Talan er serliga um eldri ferðafólk við ferðamannaskipunum, sum í stórum tali koma til Grønlands, sum hava brúk fyri læknahjálp, og sum grønlendskur lækni kallar "flótandi ellisheim", skrivar Sermitsiaq

Fólkatalið vaks við 609 persónum seinasta árið, og 1. juli búðu 54.601 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,1%, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði

- Vit mugu hava ein djóraverndarlóg sum kann verja meiri enn bert landbúnaðardjór, sigur Diana Krossá Kongsbak við KVF

Í nýggjari video deild á sosialum miðlum sigur leiðarin í Wagner-herinum, Jevgenij Prigosjin, at hann er staddur í Afrika

Í dag hava 16 kokkar verið á vitjan í Skúvoy, har ferðaleiðarin Tummas Frank tók ímóti og vísti teimum runt í oynni

- Byrjað er at skitsera nýggja skipið til Kalsoyarleiðina, sigur SSL

Vøksturin seinastu 8 mánaðirnar var 10,3%

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um drúgva málsviðgerðartíð og vantandi kunning frá Runavíkar kommunu í sambandi við eina umsókn um byggiloyvi til neyst

Rigsdagsgården framman fyri høvuðstrappuna til danska Fólkatingið var gulur og bláur tá ið Volodymyr Zelenskyj í dag á middegi helt eina 12 minuttir langa takkartalu

Eystari Landsrættur er í Føroyum í viku 34 og 35. Hesar vikurnar skulu 11 revsimál avgreiðast

Fyri fyrstu ferð hevur Ukraina oyðilagt minst eitt strategiskt russiskt bumbuflogfar í sjálvum Russlandi

Stóra ynski hjá forsetanum í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, um at fáa flogfør av slagnum JAS-39 Gripen frá Svøríki, verður ikki eftirlíkað

Ringast er statt í British Columbia

Nærum tveir triðingar av týsku veljarunum eru ónøgdir við sitandi stjórn

Føroya Tele skifti síðstu nátt kjarnutøknina á farnetinum frá Huawei til Ericsson

Hann skal eisini hitta Margrethu drotning

Tað sama gera Niðurlond

Har skal hann hitta Mark Rutte forsætisráðharra, og leysatíðindi vilja vera við, at hann kanska eisini kemur til Danmarkar

Skuldi eftir ætlan seta seg við suðurpólin, men datt niður

Á fundinum skuldi hann framleggja eina frágreiðing sum prógvar, at hann er ósekur í øllum skuldsetingum

ST hevur fordømt álopið

Mentanarnátt 2023 verður hildin í Reykjavík í dag, og í tí sambandi hevur Heðin Mortensen, borgarstjóri, hildið røðu í sendistovu Føroya í Reykjavík nú seinnapartin

Føroysku bilasølurnar høvdu tilsamans 27 milliónir krónur í yvirskoti í fjør - ársúrslitið er tað lakasta í sjey ár, skrivar KvF

- Arbeitt verður enn fram móti einum lokalum fundi í Nólsoy og síðani einum almennum - og politiskum fundi - í Nólsoy, hvør undirtøkan er fyri eini metro til Nólsoyar

- Onki annað land í heiminum hevði loyvt slíkum, halda aktivistarnir sum vilja hava føroysku myndugleikarnar at leggja uppí og steðga grindadrápinum

Í kvøld eru maskinurnar til Fish and Chips royndarkoyrdar, og alt gekk, sum tað skuldi

Uttanríkismálaráðið í Bretlandi hevur í dag uppdaterað ferðavegleiðingina hjá bretum, sum ætla sær at fara til Danmarkar

Vátt kom í reiðrið millum Paul Watson og manningina umborð á skipinum hjá Sea Shepherd eftir miseydnaðu ferðina hendavegin at steðga grindadrápi, skrivar íslendskur miðil

Bretskur sjúkrarøktari í 30-árunum er dømd fyri at hava dripið sjey pinkubørn, og fyri at hava roynt at tikið lívið av seks øðrum

Herviligur eldur í oljugoymslu í Russlandi

Hava systkin nakað at siga fyri heilsuna hjá okkum? Einabørn tykjast hava verri heilsu sum heild sum vaksin – samanborið við tey, sum vaksa upp saman við systkjum, siga granskarar

Danmark og Holland kunnu senda F-16-stríðsflogfør til Ukraina, so skjótt venjingin av ukrainskum F-16-flogskiparum er liðug

Sámal Hansen heldur fram sum formaður

- Seðlarnir koma út á kei-økinum í Hvannasundi í morgin ári tíðliga kl. 7

Í dag hósdagin 17. august lat nýumvalda bowlinghøllin upp aftur í Havn, nú við navninum Bowl

- Tað gekk skjótt og væl, tá eini 40 hvalir løgdu beinini í Hvannasundi í kvøld, skrivar Norðlýsið

Granskarar vita enn sera lítið – varianturin hevur ikki fingið navn enn, men einki bendir á at varianturin smittar verri

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, segði á tíðindafundi fyri løtu síðani, at forða er fyri einum terrorálopi í Svøríki

- Hvat meta føroysk ung hevur ávirkan á sálarligu heilsuna? Tað viðger nýggj vísindalig grein

Sjónvarps-verturin Michael Parkinson bergtók hyggjaran við sínum samrøðum, sigur aðalstjórin í BBC

Brúkaraumboðið mælir til, at reglur um nethandil verða settar í verk

Giuseppe Paolillo kom á gátt á Vaglinum saman við soninum Domenico, sum hevur verið AFS - næmingur á Glasi

Í gjár varð drúgv grein um PFAS gransking almannakunngjørd á heimasíðuni hjá New York Times Magazine

Yvir 100.000 flóttafólk og migrantar eru komin til Italia við báti í ár og tað er tvífalt so nógv sum um somu tíð í fjør, siga myndugleikarnir