Ánarar minnast betur enn skuldarar
- Benjamin Franklin

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Aldan er yvir 10 metrar høg vestanfyri og nærum 10 metrar sunnanfyri

Í desember mánaði meldaðu 68 føroyingar seg til sms-skipanina hjá Fólkaheilsuráðnum, og í mai - juni 2021 vóru tað 70, sum meldaðu til – hetta seinasta skyldast, at altjóða roykfríur dagur var hin 31. mai

Nógv færri doyggja og smittutølini tykjast nú minka, siga nýggjastu tølin úr landinum har Omikron frábrigdið fyrst fór at gera um seg

Nýggj lóg komin í gildi í dag

1778 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 936 smittað, fýra eru innløgd, og 14 eru deyð við koronu í Føroyum

Nýggjársdag eru máld 16,2 hitastig í London, skrivar BBC. Tað er mesti hiti sum nakrantíð er máldur í býnum nýggjársdag

850.000 børn líða undir avleiðingunum, sigur Unicef

Leiðreglurnar fyri tey, sum skulu í sóttarhald eru broyttar. Tað vil siga tey, sum hava havt beinleiðis samband við persón, ið hevur korona

IRF kemur við góðum ráðum um, hvussu óbrúkt fýrverk eigur at burturbeinast

Smittan ger um seg millum manningarnar, og tað kann enda við broytingum í ferðaætlanunum

Nakað av fólki var í býnum, og fýra fólk eru tikin fyri at koyra við kenning

Koronatalið fer beint upp í loft og setir met hvønn dag nú

Margretha drotning helt sína nýggjársrøðu nummar 50 klokkan 17 føroyska tíð, og í røðuni takkaði hon fyri í summar, tá ið Drotningin var á vitjan

Klokkan 13.00 føroyska tíð fór stórur partur av Avstralia inn í nýggja árið

Omikron-varianturin hevur verið sagdur at smitta líka illa sum meslingar, reproduksjónstal millum 12-15, men nýggj donsk kanning vísur, at Omikron smittar ikki verri enn Alpha-varianturin, reproduksjónstal millum 3-4 per persón

Heilsumyndugleikarnir í Ísrael hava góðkent eitt fjórða prik móti koronavirusinum, skrivar Reuters

- Omikron varianturin ger, at gangast má út frá, at tey flestu verða smittað. Tí verður mælt til, at vit einans eru saman við teimum, sum vit eru saman við í gerandisdegnum

Bert einaferð í 147 ár er tað eydnast hitamálaranum í Danmark at koma upp á 10 hitastig á ársins síðsta degi

Bretska kringvarpið BBC biður um hjálp frá løgregluni av ótta fyri at ein av teirra kendu journalistum verður álopin. Tað skrivar The Times

Yvir 525.000 krónur hevur tað higartil kostað Marjorie Taylor Greene ikki at brúka munnbind í amerikansku kongressini

Í dag hevur borgarstjórin í Tórshavn, Heðin Mortensen, fingið staðfest, at hann er koronapositivur og skal sostatt vera í sóttarhaldi í sjey dagar

Fleiri av bløðunum, sum Amadia gevur út, komu ikki út í dag av álopinum

Umhvørvisstovan samskipar yvirvøku av rottu í Føroyum. Málið er, at yvirvøka av rottu er komin í fasta legu í øllum rottufríum oyggjum í 2022

Í gjár vóru 107 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum

Mánadagin og týsdagin vórðu íalt 1.282 fólk koppsett fyri koronu. 9 fólk fingu fyrra prikið og 20 fingu tað seinna. 1.251 fólk fingu triðja prikið

Smittutølini seinastu dagarnar hava tíverri verið vaksandi. Í gjár vóru heili 180 nýggir smittutilburðir staðfestir. Hetta merkir, at talið av smittaðum um dagin seinastu vikuna, nú er farið upp um 75 pr. dag

Metnógv fólk vórðu smittað við korona í gjár. Samstundis er talið á teimum sum eru positiv, í mun til tey sum hava kannað seg, eisini nógv vaksið

Hetta er størsta tal á smittaðum eitt samdøgur nakrantíð síðani farsóttin byrjaði

- Støðan er nú tann og eingin ivi er um tað, at tann nýggi omikronvarianturin er komin til Grønlands, sigur landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, við KNR

Føroya Skipara- og Navigatørfelag, FSN, hevur í dag havt aðalfund, har formaðurin seinastu sjey árini, Annfinnur Garðalíð, varð afturvaldur

Tóra við Keldu greiðir í spennandi samrøðu við Mikrofonina frá um arbeiðið hjá meginfelagnum MEGD

Í Malavi eru nógv foreldraleys børn, sum antin hava mist annað ella bæði foreldrini, og liva í stórum fátækradømi. Barnalandið hjá Reyða Krossi hjálpir hesum foreldraleysu og útsettum børnum

Omikron smittar sera skjótt og illa, og kann eisini raka tey, sum eru koppsett 3 ferðir. Hinvegin, so gerast tey flestu ikki serliga sjúk av hesum variantinum

Yvir 11.000 ólógligir migrantar eru í ár komnir til Týsklands via Hvítarussland og Pólland

Serfrøðingar eru samdir um, at viðbrekin og eldri kunnu rokna við einum árligum priki. Men fyri restina av fólkinum veldst alt um Omikron

Positivprosentið er fleirfaldað

Fólk hava mist vatnið frá ringvegnum heilt niðan til brunnarnar, tí ein stórur leki er á Villingardalsvegnum nærhendis Blákollugøtu

Føroya Landsstýri hevur latið 800.000 krónur til MAF. Hetta er størsta almenna gáva, sum MAF Danmark og MAF Føroyar nakrantíð hava fingið

Eitt harðskapsmál í Klaksvík verður tó kannað nærri

Desmond Tutu erkibiskupur fer til gravar 1. januar, skrivar AFP

Amerikanska verjan arbeiðir í løtuni við at framleiða eina vaksinu móti koronavirusinum, sum er effektiv móti øllum variantunum - eisini omikronvariantinum

Men allar royndirnar, sum vórðu tiknar í gjár, eru ikki greinaðar enn, 181 royndir tiknar í Suðuroy, verða greinaðar seinni í dag

Kiruna við 20.000 íbúgvum er komin at liggja ov nær einum námi og má nú flytast, um námið skal vaksa

Desmond Tutu erkibiskupur í Suðurafrika er deyður, 90 ára gamal, skrivar Reuters

Um 1.500 fólk vóru til staðar undir gudstænastuni í Vatikaninum, í munnbindi og frástøðu. Vanliga eru eini 10.000 fólk til staðar, tá pávin prædikar jólaaftan

Í ár gongur Jobmatch fyri seg sum talgild JobPrát, sum tú bíleggur frammanundan

Øll tey smittaðu hava fingið boð

Frakland setti í dag nýtt met í talinum av dagliga smittaðum við 94.124 tilburðum

Nýtt talgilt yvirlit yvir fjarhitaskipanina á fjarhiti.fo vísir, hvussu fjarhitin fer ígjøgnum høvuðsstaðin, og hvussu skipanin ætlandi verður útbygd til 2035

Í løtuni eru 476 smittað og tvey eru innløgd við koronu í Føroyum