Ánarar minnast betur enn skuldarar
- Benjamin Franklin

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Verða útlánini frá donskum fíggjarstovnum til føroyingar tald við, er útlánsvøksturin 8,2%. Í krónum eru samlaðu útlánini vaksin við 1,7 mia. kr. frá juni 2020 til juni 2021

- Tíðin er búgvin at avtaka rentustuðulin, segði Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya, tá hon var gestur í Breddanum fyrrapartin

Allir persónar eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum

Í gjár vórðu 132 fólk koppsett fyri koronu. 56 fólk fingu fyrra prikið og 72 fingu tað seinna. Fýra fólk fingu triðja prikið

Allir persónar eru smittaðir í Føroyum. Í 7 førum eru smittukeldurnar kendar, í einum føri er smittukeldan ikki kend

Í farnu viku varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður millum Klaksvíkar býráð og Malltek, sum eftir heystfrítíðina fer undir at byggja nýtt kappróðrarneyst til Klaksvíkar Róðrarfelag

Heðin Mortensen borgarstjóri lat fyrrapartin upp eina forkunnuga LEGO-framsýning í SMS. Framsýningin er eitt spennandi samstarv millum kreativar sálir í Danmark og Føroyum

Tað var fimtu ferð, at Sinnisbati, í sambandi við Altjóða Sálarheilsudagin 10. oktober, handaði Ársins Sálarheilsuvirðisløn

- Nýggj stór miðlakanning hjá Fróðskaparsetrinum vísir, at føroyingar hava álit á upplýsingunum, sum koma frá KvF

Í sambandi við bispavíglsuna í Nuuk í gjár, har føroyski biskupurin Jógvan Fríðriksson eisini luttók, sást á mynd í Sermitsiaq at føroyski biskupurin var ikki í sínum ornati, men tað hevði sína góðu grund

Fleiri túsund mótmælisfólk savnaðust á gøtunum í Brússel í dag við kravinum um handling á klimatoppfundinum í Glasgow í oktober

Øll vóru í aldrinum 80–90 ár og komu undir vandabólkin fyri álvarsamar sjúkur

Tað eru júst 100 ár liðin síðani abbin, Christian 10. kongur sum tann fyrsti danski kongurin vitjaði

Allir persónar eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum

Nýggju reglurnar koma í gildi mánadagin

Líkpartar eru funnir í brennistøðini í býnum, og nú verða tekniskar kanningar framdar á einum bústaði í býnum

Donald Trump reypaði av at hann tjenti yvir 1 milliard krónur upp á Trump International Hotel, meðan hann var forseti. Nú vísir kongresskanning nakað heilt annað

8 persónar eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum. Ein persónur er staðfestur smittaður fýra dagar eftir komu til Føroya

Landsverk hevur tikið avgerð um, at allar tær tríggjar fyritøkurnar, ið søktu um undangóðkenning at gera Fámjinstunnilin, fáa møguleika at bjóðað uppá verkætlanina

Minst 50 persónar eru deyðir av eini spreinging í sjiamuslimskari mosku í býnum Kunduz í Afganistan, upplýsa sjúkrahúskeldur fyri AFP

Fyrrverandi bretski ráðharrin, James Brokenshire, er deyður 53 ára gamal, skrivar Sky News. Brokenshire doyði av lungnakrabba

Mikudagin og í gjár vórðu tilsamans 351 fólk koppsett fyri koronu. 175 fólk fingu fyrra prikið og 173 fingu tað seinna. Trý fólk fingu triðja prikið

USA hevur júst avdúkað, at ein av kjarnorkuriknu kavbátunum hjá USA rendi á okkurt "ókent" leygardagin í Suðurkinesiska havinum

Journalistarnir Maria Ressa, Filippinirnar, og Dmitrij Muratov, Russland, fáa ársins friðarheiðursløn fyri 2021 fyri teirra arbeiði fyri eini fríari pressu

Í løtuni eru 128 smittað í Føroyum, og tveir persónar eru innlagdir

Vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið, sum júst hevur verið á sleipistøð, stendur nú aftur á dráttinum á bedingini, skrivar KVF

Norski professarin í máltøkni á universitetinum í Tromsø, Trond Trosterud, fekk seinnapartin mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri avrik sítt í sambandi við føroyska rættstavaran

Í Sandoynni er talið 29,7 prosent og í Vestmanna, Kvívík og í Suðuroynni eru yvir 19 prosent av húsunum tóm, skrivar KVF

Nú nýggj útvarpsrás er sett á stovn, var boðið til móttøku. Heðin Mortensen, borgarstjóri nýtti høvið at hyggja framvið í City Church, og heilsa uppá toymið handan “Sjey”

Ein røð av myndum úr Føroyum verða vístar í Skotlandi, tá veðurlagsráðstevnan hjá ST verður um mánaðarskiftið

Tórshavnar býráð samtykti í farnu viku einmælt at broyta byggisamtyktina fyri Velbastað, soleiðis at farast kann undir eina nýggja sethúsaútstykking omanfyri Ervaveg

Býráðið í Eysturkommunu hevur samtykt at taka av tilboðið um víðari útstykking á Fløtugerði í Leirvík. Talan er um 16 grundstykkir umframt eitt øki til íbúðarbygging

- Vit náa kanska at fáa ein lúsing, men sum frálíður fara renturnar at falla aftur, heldur Tjóðbankin

Tá ið løgreglan í Brasil skuldi handtaka ein mann undir illgruna fyri kynsligan ágang móti børnum, var ikki einans gerningsmaðurin í íbúðini, men eisini eitt savn av nazi-ognarlutum fyri yvir 22 milliónir krónur

Við einum miðalkulda á minus 61,1 kuldastig hevur djúpfrystarin á Suðurkolli (Antarktis) ongantíð verið so kaldur sum teir seinastu seks mánaðirnar

Í Týsklandi mælir dátueftirlitið til, at almennir myndugleikar strika sínar kontur á Facebook, og nú heitir norska Teknologirådet á allar almennar stovnar í Noreg um at gera tað sama

Virðirlønirnar verða latnar í Múllers Pakkhúsi í annaðkvøld. Hátíðarhaldið byrjar klokkan 17

Tórshavnar Kommuna og felagið Bridgehúsið skrivaði í gjár undir avtalu, sum tryggjar virksemið hjá bridge-feløgunum framyvir

Franskir lóggevarar taka undir við einum uppskoti um at banna sokallaðari konverteringsterapi móti LGBT-persónum, umframt at revsa tey sum arbeiða við tí

Allir persónar eru smittaðir í Føroyum, og smittukeldurnar eru kendar. Í løtuni eru 121 smittað í Føroyum, harav ein persónur innlagdur

Í summar setti Sunda kommuna sær fyri at bøta um og uppmerkja almennu bygdagøturnar í kommununi

Sjúkrahúsverkið fer nú undir at bjóða búfólki á røktarheimum og fólki við serliga vánaligari immunverju triðja prikið

Tekur tú heilvág móti høgum blóðtrýsti, hjartaslysni, kolesterol ella fyri vitamin B12-mangul, ert tú kanska millum tey sum fáa eina øðrvísi reaksjón undir influensatilburðinum

Eitt koppsetingarlið hjá Sjúkrahúsverkinum vitjaði í Vestmanna og Kvívík í gjárkvøldið, og 47 fólk stukku inn og lótu seg koppseta

- Mammuhjálpin er ein nýggjur hjálparfelagsskapur, ið er settur á stovn fyri at veita ráðgeving, hjálp og stuðul til barnakonur og familjur kring landið. Vit eru ein non-profit felagsskapur, ið er drivin av sjálvbodnum arbeiði

Umboð fyri Hoyvíkar kirkju og borgarar í Hoyvík hava í fleiri umførum ynskt at betra um kirkjugarðsleiðina, soleiðis at líkbilurin við fylginum kann fara umvegis Dalin Langa niðan í nýggja kirkjugarðin

Leiðarin á Byggideildini hjá Landsverki segði upp, stovnaði fyritøku og varð síðani keyptur inn sum ráðgevi til H-bygningin, sum er størsta byggiverkætlan hjá Landsverki, skrivar KVF

Varskógvarin Frances Haugen, sum áður starvaðist hjá Facebook, vitnar nú í amerikanska Senatinum

- Tað sum eg haldi vera ótrúligt er at tað var Tjóðveldi sum stóð fyri hesari yvirtøku, har man steðgar øllum uppmátingum og at hesar nú skulu hava góðkenning frá landsstýrinum og donskum militeri

Tað eru funnir fleiri likamslutir av einum líki á økinum við brennistøðina í Ilulissat, har løgreglan hevur gjørt kanningar í einum ótýdligum máli