Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinnandi uppskotið er eitt boð uppá eina greiða, væl skipaða og skilagóða bygging, har høvuðstátturin hevur verið at skipa røktarheimið sum ein lítlan býling, ið strekkir seg suður og norður

Jesper Berg, sum er fyrrverandi stjóri í danska Fíggjareftirlitinum, er skuldsettur fyri harðskap, tí hann spýtti í andlitið á einum parkeringsvørði í juli síðsta ár

Grasagarður er álagdur við hybridgrasi, sum er eitt eyðsæð val í mun til at fáa bæði tað grøna úttrykkið í miðbýin, eins og fyrimunin við kunstgrasi, sum er eitt trygt fallundirlag undir spælielementunum

Dagurin verður í ár hátíðarhildin í heilt hampiligum veðri, eftir at lágtrýstið frá sunnudegnum er farið eystureftir, skamt sunnan fyri Føroyar

Roknað frá lívsbyrjan er livialdurin hjá konufólki nú í miðal 85,4 ár og hjá mannfólki 81,3 ár

Russisku myndugleikarnir og umboð fyri herin hava ikki enn viðmerkt missilálopini í nátt í Ukraina, sum drupu 12 sivil, teirra millum fleiri børn

Klaksvíkar býráð hevur samtykt at fara í gongd við at umvæla og nútímansgera býráðshúsið. Á fíggjarætlanini í ár eru játtaðar 2 mió. kr. til at umvæla býráðshúsið

- Býráðið samtykti einmælt í gjárkvøldið at keypa tvey øki fyri endan av Villingadalsvegnum til sethúsa, raðhúsa-, tvíhúsa- og íbúðarbygging

Hon er farin um mark fleiri ferðir, og tí hava fleiri menn, sum arbeiða saman við henni, kært hana. Nú hevur hon biðið um umbering

Serútgjørda russiska skipið SS-750 var tætt við rørleiðingina Nord Stream stutt áðrenn sabotasjuna

Á almennum fundi tann 24.04.2023 varð ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2022 samtyktur

Ein heildarætlan av økinum hevur ikki færri enn eitt samlað tal uppá 492 búeindir, sum hava eina miðalstødd upp á 95 fermetrar. Talan er um ein nýggjan býling við einum íbúgvaratali ímillum 1000-1500 fólk

Bjørt Katrinardóttir Kragesteen, granskari á Weizmann Institute of Science í Ísrael, hevur saman við øðrum granskarum funnið fram til lívsneyðugu kyknurnar, ið framleiða hormonið, sum stýrir menningini av reyðum blóðkroppum

Býráðið hevur samtykt at niðurleggja oyggjarnar Hestur og Koltur sum valstað og at veljarar í Hesti og Koltri velja í Tórshavn

Býráðsfundur er í dag í Tórshavn. Fylg við beinleiðis her

Síðani Skjáttan varð tikin í nýtslu fyri einari viku síðani, hava 15.000 fólk tikið appina niður. Longu fyrsta samdøgrið tóku 8.913 fólk appina niður

- Gávur eru latnar fyrr, og vit gleðast um gávurnar. Vit eru tó ikki von við, at tær verða latnar við so ítøkiligum treytum, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, við KVF

Fýra av trúføstu stuðlunum hjá Donald Trump lovaðu at savna pening inn til favoritprosjektið hjá forsetanum – at gera ein marknamúr millum USA og Meksiko - men innsavningin var eitt svindilnummar

Løgtingsgrannskoðararnir hava fingið frágreiðingina frá landsgrannskoðanini, men almenningurin fær ikki innlit í hana enn, skrivar KVF

- Sum útlitini eru í dag, so fer tað kalda veðrið at halda fram í vikuskfitinum, sum kemur, við løtum við sól, einstakir hvítir bøklar og hampiliga lítlkum vindi

Søgdu seg vera í Danmark í diplomatiskum ørindum, men skaffaðu sær keldur, luttóku á ráðstevnum og høvdu fund við danskar toppolitikarar

Danska løgreglan hevur ákært tann 32 ára gamla mannin sum situr varðhaldsfongslaður fyri at hava burturflutt eina 13 ára gamla gentu, fyri eisini at hava dripið Emiliu Meng

Ein nýggj fyriskipan frá Kreml ger tað nú gjørligt at ognartaka deildir hjá útlendskum fyritøkum í Russlandi. Fyribils hava týskar og finskar fyritøkur følt sviðan

Tað eru bara góð 15% av føroyingum, sum sambært nýggjari spyrkanning, vita, hvussu nógv russisk skip hava loyvi at fiska undir Føroyum. Og góð 65% siga seg ikki vita, hvussu nógv tons hesi skipini hava loyvi at fiska

Myndir frá flaggdagshaldinum á Vaglinum í Tórshavn í dag

Svøríki buruturvísir fimm russiskar diplomatar fyri 'ósambærligt virksemi' á svenskari jørð

- Einir 50 nýggir tilburðir av prostatakrabba verða árliga staðfestir í Føroyum, sigur Jóhan Poulsen, serlækni

Av undirmanning fáa tey donsku verjuskipini ikki røkt tær uppgávur, tey áttu at røkt við Føroyar og Grønland, skrivar DR

“Sløkk lortið”, er ein afturvendandi kvittan frá fólki, táið knarrað verður um tað, sum onkur heldur vera ringa standin í Kringvarpi Føroya – málsliga og innihaldsliga

Boðini komu óvart á tær 15 fyritøkurnar sum húsast í Smæruni, sum fingu tað at vita frá Súna Selfoss, formanni í Starvsfelagnum, sum hevði kalla leigararnar á fund í morgun

Tucker Carlson gevst í Fox News skriva fleiri amerikanskir miðlar, eisini Fox News. Seinasta sendingin hjá Carlson var fríggjadagin í farnu viku

Fríggjadagin 29. apríl kl 15 verður verkætlanarkapping um sniðgeving og heildarráðgeving av Røktarheimi á Stórubrekku avdúkað í Múllers Pakkhúsi

Í morgun fóru seinastu russisku skipini av Havnini, upplýsir havnarskrivstovan

Tað gongur nærum ikki vika, uttan at mál um harðskap enda á borðinum hjá løgregluni

Beint fyri páskir varð sáttmáli undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og Urtagarðstænastuna um at gera ætlaða náttúruøkið í Dalinum langa, sum býráðið samtykti at fara undir beint fyri jól 2022

Mánadagin byrjar Nato venjingin Dynamic Mongoose í sjónum kring Føroyar, Ísland og Noreg. Kavbátar, skip og flogfør frá 12 londum eru við, skrivar High North News

Ólavur Sjúrðaberg, sum hevur verið formaður í nógv ár, fekk málning hjá Livari Nysted sum takk fyri tíðina

Endamálið hjá UNESCO-nevndini er at vera ráðgevi hjá landsstýrinum

Flestu fangarnir vóru úr Australia

- Eftir at løgtingsval hevði verið hin 8. desember, hendi tað stutt fyri jól í fjør, at nýggj samgonga varð skipað. Tað kom óvart á okkum, at tað ikki var rúm fyri Kommunufelagnum í hoyringarrundunum

Kommunufelagið hevur í dag havt ársaðalfund. Omanfyri 160 kommunustýrislimir úr øllum landinum møttu á fundinum. Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, legði fram ársfrágreiðingina

 

Revsilógarmálini fækkaðu meir enn eina helvt úr knapt 1.100 í 2007 niður í 532 í 2020. Men nú hevur verið ein vøkstur seinastu tvey árini upp í 634 í fjør

Eitt russiskt flogfar misti hóskvøldið ammunusjón yvir russska býin Belgorod, sum liggur tætt við markið til Ukraina

Menninir skulu hava svikað soleiðis at teir fingu trýsiffraðan milliónbonus

Nógv fólk eru í góðveðrinum á Sornfelli í kvøld, at uppliva sólsetur á Sornfelli

Íverksetarabólkurin Wull kappaðist í dag um danmarksmeistaraheitið í íverksetan við sínari verkætlan

SpaceX skjeyt upp rakettina Starship í dag, men undir uppskjótingini eksploderaði rakettin

Hesi síðstu tvey áratíggjuni eru færri fongslað og varðhaldsfongslað, men talið av fongsulsdøgum er ikki minkað samsvarandi. Fráboðað brot á rúsevnislógina eru blivin fleiri

Myndin av Irynu Kalinina, sum er við barn, er tikin í Mariopol í mars 2022

Tað er ein av niðurstøðunum frá almennu framløguni, sum var av borgarakanningini í gjár