Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hvønn fríggjadag fram til 30. august  hevur Tjóðsavnið opið á Hvalastøðini við Áir í summar. Høvið verður at síggja Hvalastøðina ein dag um vikuna –– rundvísing verður 3 ferðir um dagin.

Hvalastøðin við Áir hjá norsk-skotsku fyritøkuni Christian Salvesen í Leith í Skotlandi byrjaði sítt virki í 1905. Hon er tann einasta av teimum sjey norsku hvalastøðunum í Føroyum, sum er varðveitt. Hvalastøðin Áir er týðandi ídnaðararvur.

Síðan 2011 hevur verið arbeitt við at umvæla og restaurera øll húsini á Hvalastøðini. Hon var um at fara, og tað var í tøkum tíma, at varðveitingarætlanin fór í gongd. Verkætlanin er ikki liðug,

Hevur tú hoyrt um Ebenezer, Kristnastovu, Fuguna, Kvernuna og Tørkuna? Beinknúsarar, spøl, lýsitangar, mjølverksmiðja, smiðja, Planurin, hús og bygningar standa sum varðar frá einari farnari tíð. Ein framsýning verður eisini at síggja.

Fríggjadagin tann 5. juli 2019 kl. 15 verður almenn móttøka á Hvalastøðini. Forkvinnan í Løgtingsins Mentanarnevnd Óluvá Klettskarð, savnsvørður Erland Viberg Joensen og borgarstjórin í Sunda Kommunu Heðin Zachariassen bera fram røður. Tiltakið er samstarv millum Sunda kommuna og Tjóðsavnið.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo