Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eigarafelagið á Hoyvíkshædd vil við hesum fáa greiðu á, hvørt borgarastjórin í Tórshavnar kommunu stendur inni fyri orðini, sum Marius Muller segði í tíðindunum í útvarpinum hjá KVF í gjárkvøldið.

Víðari spyr eigarafelagið ítøkiliga:

• um Annika Olsen heldur, at ein lepi frá MT Højgaard er dekkandi fyri vantandi kunningina hjá Tórshavnar kommunu, sum var nakað av tí, sum Marius Muller segði í tíðindunum.

• um Annika Olsen heldur, at tað er í lagi, at eigarafelagið Hoyvíkshædd ikki fær kotuna at vita fyrr enn 10. juli, og tá frá MT Højgaard umvegis TK, av einum, sum kennir seg kroystan at koma út við kotuni.

• um Annika Olsen heldur tað vera í lagi, at eigarafelagið í fleiri umførum er blivið kunnað um byggingina, men at kunningin hevur verið sera óneyv, t.d. tá talan er um hæddir.

• um Annika Olsen heldur tað vera í lagi, at bygningurin, sum skal húsa URD, er ein heilt annar bygningur enn tann, sum upprunaliga var ætlaður, og serliga at staðsetingin av hesum bygninginum er broytt eftir at bygt er á grundøkini á Hoyvíkshædd.

• um Annika Olsen heldur hetta omanfyri er í lagi, heldur tú somuleiðis at tað er í lagi, at hesar broytingarnar verða gjørdar við einum pennastroki, uttan at ein grannahoyring hevur verið um hesar broytingar av bygninginum.

• heldur Annika Olsen tað vera rætt, at TK í eini tíð, har alt, ið verður gjørt, eigur at vera so umhvørvisvinarligt sum gjørligt, byggir ein bygning, sum hevur eina óneyðuga høga reising til eini eittplanshús, sum bert setur krøv til eyka upphiting.

• um Annika Olsen heldur tað vera í lagi, at bygningurin ikki verður betri lagaður eftir umhvørvinum og lendinum, sum annars øll sethúsini í umhvørvinum eru.

Kann borgarstjórin venda aftur til eigarafelagið Hoyvíkshædd við einum svari skjótast gjørligt?

Tórshavnar kommuna eigur at hugsa um trivnaðin hjá bæði borgarunum í grannalagnum og ikki minst brúkarunum av stovninum. Eigarafelagið vil undirstrika, at tað, sum er trupulleikin, er hæddin á bygninginum og staðsetingin av honum, og at atfinningarnar hjá eigarafelagnum virka til frama fyri brúkarnar av URD og grannalagið.

Eigarafelagið Hoyvíkshædd

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo