Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú tit eru so raskir at seta ljós á fiskivinnuna vil eg við hesum geva tykkum okkurt at arbeiða við.

KVF brúkar í hesum døgum nógva orku uppá fiskivinnuna. 

Lat okkum tí taka eitt mál, sum hevur verið í Føroya Rætti. Tá eru fakta tøk. Vit sleppa undan illgitingum og tað er nógv skjótari.

Í rættarmálinum millum North West Pelagic sæst mangt og hvat.

Og í skjølunum, sum innlit fæst í frá Fiskimálaráðnum sæst uppaftur meira.

North West Pelagic var felagið, sum átti uppsjóvarskipið Atlantsfarið.

Vit síggja, at ætlanin var at flyta veiðuloyvi, uttan at spyrja høvuðspartaeigaran.

Kanska tit spyrja ein advokat um hetta.

Vørn/Fiskimálaráðið blanda seg ikki í innanhýsis viðurskifti millum partaeigarar.

Harvið er ikki sagt, at tað ikki er ein spennandi søga, sum hevur almennan áhuga.

Síðan sæst í skjølinum ein tro og love erklering, um at føroyingar eiga meirilutan og bestemma. Henda er undirskrivað av Hans Trúgva Teirin og Dánjal Jóhansen 14. desember 2015.

8. februar 2017 er fundur í Fiskimálaráðnum.

Í fundarfrágreiðingini, sum alment innlit fæst í, stendur beinleiðis referera:

Frá felagnum varð eisini greitt frá, hvussu fyrrverðandi eigarin hevur skrivað undir tro og love erklæring um, at viðurskiftini tá vóru í samsvar við lógina, og fyrrverðandi eigarin handlaði tí eisini við fullari heimild í sambandi við, at roynt varð at tøma felagið. Spurt varð, hví Fiskimálaráðið ikki hevði meldað gomlu leiðsluna til politiið. Landsstýrsmaðurin svaraði, at hann gekk út frá at umsitingin gjørdi tað, sum hon átti at gera.

Advokatarnir, sum spurdu Høgna Hoydal hendan spurning, vórur Niels Winther Poulsen og Eyðbjørn Larsen.

Orsøkin til, at Atlantsfarið misti veiðuloyvi, var, at pástaðið bleiv at útlendingarnir bestemmaðu alt.

Í dóminum lesa vit:

Retten lægger videre til grund, at oplysningerne fra den tidligerer ledelse og ejer om, at långiver udøvede bestemmelsesret over selskabet, var i modstrid med tidligerer erklæringer fra samme personer og erklæringer fra långiver, ligesom oplysningerne senere blev trukket tilbage af de pågældende personer. Der kan og kunne derfor ikke lægges særlig vægt på disse oplysninger.

Set hetta saman við Tro og Love erklæring og spurningin um, hví ikki melda til politiið.

Sum um hetta ikki er nóg mikið skal Fiskimálaráðið ikki bara geva Atlantsfarinum loyvið aftur, men eisini gjalda endurgjald:

Retten lægger til grund, at der var væsentlige retlige mangler ved myndighedernes afgørelse.

Hetta seinasta takseraði Føroya Rættur við at áleggja Fiskimálaráðnum endurgjaldsskyldu.

Hvussu stórt endurgjaldið er, vita vit ikki. Men taxametrið telur frá mars 2016.

Atlantsfarið hevði hægstu dagshýru í pelagiska flotanum. So vit tosa kanska um 10-20 milliónir um árið.

Tað sær tí út til at Fiskimálaráðið púra óneyðugt hevur páført Palliba og Marsannu tap á minst 50 milliónir og kanska 100 milliónir.

Nú vóni eg at Georg og hini í KVF taka hetta málið upp.

Hetta hevur týdning av fleiri orsøkum.

Nú fáa vit at síggja um øll eru líka fyri KVF.

Eitt er púra vist, at hendi tað á vaktini hjá onkrum øðrum, so høvdu vit sannliga fingið tað at vita.

Eivind Jacobsen
Strendur


P.S. Um KVF megnar at avgreiða hetta mál, so eiga vit at geva teimum upplýsingar um dóm millum ítróttarfelag og venjara. So kann KVF gera eina søgu og vísa okkum um tollur og skattur er tað sama ella hvør sítt og um øll eru eins fyri pressuni.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo