Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tolin trívst, plagdu tey gomlu at siga. Ella fram kemur hann, ið hóvliga fer. Ongastaðni er hetta so satt sum í politikki. Hóast kollveltingar hugtaka og fylla nógv í søguskriving, so eru tær kortini sjáldsamar. Tær eru undatakið, ið prógvar regluna. Og reglan, hon er hart, miðvíst og treiskt arbeiði, ið varisliga, men vist, stigvíst flytur ein fram á leið móti politiska endamálinum.

MFS hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við Bologna-tilgongdini. So seint sum í oktober skipaðu vit fyri eini altjóða ráðstevnu, har gestir úr studentafeløgum úr tíggju ymiskum norðurlendskum og baltiskum londum vitjaðu. Vit varpaðu ljós á góðskutrygging og Bologna-tilgongdina, og fingu frá fyrilestrahaldarum úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi fleiri uppskot um, hvussu ein skipan við góðkendari góðskutrygging kann skrúvast saman. Eisini fingu vit samtykt eina áheitan á landsstýrið, ið er viðfest hesum brævinum.

Fremsta mál okkara í hesum arbeiði hevur verið, at landsstýrið viðurkennir týdningin av at góðskutryggja hægri útbúgving í Føroyum. Talan er um eitt tungt og tekniskt mál, og uppgávan at greiða frá, júst hvussu týðandi hetta er, hevur tískil eisini til tíðir verið trupul. Men tolin trívst og treiskin vinnur, og nú bendir nógv á, at vit umsíðir kunnu heysta onkrar ágóðar av tógva stríðnum.

Sitandi samgonga hevur ikki bert felt Bologna-tilgongdina og góðskutrygging í samgonguskjalið – hon hevði eisini sett pening av til arbeiði í broytingaruppskoti sínum til framskrivaðu fíggarlógina fyri 2020. Og hóast tey flestu neyvan vita, hvat Bologna-tilgongdin ítøkiliga snýr seg um, ella hvat tað heilt neyvt vil siga at góðskutryggja hægri útbúgving, so er ongin ivi um, at hetta var ein risastórur sigur fyri hægri útbúgving í Føroyum. Við at seta skjøtil á hetta arbeiðið taka vit í Føroyum eitt stórt fet móti einum hægri útbúgvingarverki, ið kann sammetast við okkara grannalond og fyrimyndir. Í MFS hava vit leingi ynskt, at ein ábyrgdarpersónur í ráðnum umsitir hetta burturav.

Tí fegnaðist MFS sjálvsagt, og vit vóru landsstýrinum takksom fyri hesa viðurkenning.

Og líka so fegin, vit vóru um viðurkenningina og raðfestingina frá landsstýrinum, líka so vónbrotin og hørm eru vit nú, nú tað er vorðið greitt, at meirilutin í fíggjarnevndini hevur valt at skerja tær 2,4 milliónirnar, landsstýrið m.a. hevði ætla til at seta fólk at arbeiða burturav við góðskutrygging, við 1,4 millión.

MFS hevur ikki partapolitisk sjónarmið. Vit arbeiða tvørtur um floksmørk og tvørtur um samgongu og andstøðu. Vit samstarva við øll samsint, til tess at fremja áhugamálini hjá limum okkara, sum eru øll føroysk lesandi.

Vit hava kortini tað sjónarmið, at íløgur í útbúgving ongantíð eru ein útreiðsla fyri samfelagið.

Útbúgving er ein íløga, ikki ein útreiðsla, at raðfesta útbúgving gagnar ikki bara samfelagnum øllum, men í longdini eisini landskassanum. Tað kann ikki vera rætt, at vit framvegis raðfesta útbúgving so niðarlaga, at vit skerja neyðugar íløgur fyri at pynta upp á rakstrarúrslitið - enntá púra uttan grundgevingar.

Vit mæla tískil eisini staðiliga til, at meirilutin í fíggjarnevndin endurskoðar raðfestingarnar, gjørdar eru í álitinum, og fylgir tilmæli landstýrisins um at hækka játtanina til Uttanríkis- og Mentamálaráðið við teimum 2,4 millónunum, ið skulu til, um starvsfólk burturav kann setast at at arbeiða við tilgongdini.

MFS hevur harumframt í brævið til fíggjarnevndina ynskt, at játtan okkara verður hækkað við 250.000 kr. – um neyðugt yvir eitt áramál. Orsøkin til hetta er, at MFS, ið umboðar øll føroysk lesandi, við verandi játtan ikki til fulnar megnar at røkja ta sera týðandi uppgávu, ið vit hava um hendi. Hesa raðfesting hevur meirilutin ikki vilja gjørt, meðan minnilutin í fíggjarnevndini hevur funnið pening til hetta. Vit vóna eisini veruliga, at fíggjarnevnd løgtingsins endurskoðar støðu sína viðvíkjandi játtanini til MFS.

MFS Ráðið

Statement um Bologna frá NOM-fundinum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo