Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit vóru í gjárkvøldi kunnað um, at týðandi upplýsingar um verkætlanina, sum vit hava fingið á fleiri fundum í býráðnum, eru mangulfullir og í fleiri førum beinleiðis skeivir!

Síðani í apríl í fjør, tá vit hoyrdu um ætlanina, hava vit við áhuga víst vælvild, men tað vísir seg, at umsitingin og býráðspolitikarar ikki hava verið reiðilig.

Okkara kensla er, at vit í samskiftinum eru meiri villeidd enn kunnað.

Vit hava roynt at fáa tekningar, har hæddin á bygninginum verður týðiliga endurgivin.

Í hesum sambandi er planeringskotan av stórum týdningin, og tað sær út til, at júst hendan er afturhildin.

Á útflýggjaðu tekningunum, sum vit hava fingið hendur á - aftaná, at vit máttu krevja at fáa hesar útflýggjaðar, síggja vit eina planeringskotu, sum IKKI er í tráð við tað, sum bleiv upplýst, tá býráðið var boðið inn til aðalfundin hjá eigarafelagnum at kunna um ætlanina.

Okkum kunnugt er einki byggiloyvi givið enn, men kortini verður byrjað at grava og at rigga til at spreingja fyri einum stórum stovni.

Hetta meta vit ikki er rætt yvirhøvur, og hóast byggilógin umrøður møguleikan at býta byggiloyvið upp, so má nøktandi heild vera í, áðrenn sprongt verður fyri tí bygningi, sum koma skal, men sum ikki enn er komin so langt, at byggiloyvi er, ella kann verða, givið.

Okkum kunnugt gongur arbeiðið fyri seg á einum stórum felagsmatrikli, matr.nr. 135fe, tvs. at lendið til depilin ikki er frábýtt enn. Harvið er t.d. víddin á grundøkinum, sum grivið verður í, ikki staðfest enn, og tá ber ikki til at meta um byggistig v.m.

Hartil er talan um matrikul, sum lutvíst skal verða fríøki sambært byggisamtyktini, ið býráðið júst hevur samtykt.

Eisini hetta sigur okkum, at her verður farið ov skjótt fram og at grundarlagið er ov ógreitt.

Tað er harafturat óheppið, at arbeiðið fer í gongd í hægstu feriutíð, og lyklapersónar í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu eru í feriu, meðan børnini í grannalagnum ganga heima, meðan bori- og spreingiarbeiðið fer í gongd.

Nú jørðarbeiðið er farið í gongd undir skeivum fortreytum, heita vit á umsitingina og politikararnar í Tórshavnar kommunu um

1) at steðga arbeiðinum alt fyri eitt, og

2) at hava lovaða borgarafundin, har neyvari upplýsingar um byggingina, verða lagdir fram til borgararnar á Hoyvíkshædd at taka støðu til, til frama fyri trivnaðin hjá brúkarunum á URD og grannalagnum á Hoyvíkshædd, áðrenn nakað arbeiði við URD verður byrjað/uppafturtikið.

Eigarafelagið Hoyvíkshædd

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo