Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mikudagin 24. januar letur Miðnám á Kambsdali dyrnar upp á víðan vegg.

Frá 17 til 21 hevur tú møguleika at hitta lærarar, næmingar og lestrarvegleiðarar og uppliva fjølbroytta lestrarumhvørvið og góðu karmarnar á Kambsdali.

- Vit leggja stóran dent á góði og viðkomandi kunning og vóna, at komandi næmingar og foreldur teirra gagnnýta hendan møguleikan at vitja skúlan og hitta starvsfólk og næmingar á Kambsdali. Síðsta ár vitjaðu um 500 fólk tiltakið, og vónandi verður undirtøkan eins góð í ár, sigur Páll Isholm, rektari.

Skúlin bjóðar 6 ymiskar breytir. Her eru bæði studentsútbúgvingar innan náttúru, mál og handil og yrkisútbúgving innan skrivstovu, handil og fyrisiting, og serbreytin, ið er ætlað ungum við serligum avbjóðingum.

Møguleiki er at søkja inn á allar breytirnar í ár, og umsóknarfreistin er 15. mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo