Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú hevur Erla Kongsdóttir siglt um Nólsoyar fjørð eina tíð, og reglusemið hevur verið út av lagið vánaligt.

Nakrar avlýsingar hava verið púrasta óskiljandi.

Til dømis sigldi hon bara tveir túrar mitt um dagin leygardagin 20. februar og tá var streymloysi, fínasta veður og fleiri smábátar á fjørðinum.

Sí myndir.

##med2##
20. februar kl. 10.07

##med3##
20 februar kl. 17.31

Vit hava gjørt vart við týdningin av okkara farleið fleiri ferð, men vit síggja ongar batar – heldur tvørturímóti.

Um hesi bygdini skal vera lív lagað, so er alneyðugt at landsstýrið kemur við einari loysn beinanvegin.

Vit hava størstu virðing fyri veðrinum og skilja væl, at avlýsingar kunnu koma fyri í ódnarveðri, men vit kunnu ikki taka til takkar við einari ferju, sum ikki tolir aldu og eitt sindur av vindi.

Vit hava víst á trupulleikarnar á nólsoyarfarleiðini fyrr – seinast 18. desember í fjør.

Hvat er hent síðani?

Arbeiðir landsstýrismaðurin við einari heildarætlan?

Nær verður heildarætlanin liðug?

Og nær verða pengar settir av til nýbygging?

Vegna nólsoyingar
Anja Hartmann Wardum
Ann-Mari av Skarði
Vígdis Bjarnadóttir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo