Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Góðan dag harra Løgmaður,

 

Eg sendi tær eitt dulnevnt bræv, grunda á at eg ikki vil vera kendur.

 

Eg arbeiði á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Takk og lov fyri at vit hava eina skipan, ið nevnist "Fiskavirkis skipannin". Henda skipan er góð, tá alt gongur sum vanligt.

 

Tó - nú eru óvanligar tíðir.

 

Vit eru fleiri, sum eru í hesi skipan. Vit sleppa ikki í Als, uttan við uppsøgn frá okkara síðu. At siga upp merkir, at um eg tá søki um at koma uppí Als, fái eg eina sokallaða "karantenutíð" uppá 5 vikur.

 

Tí koma vit til at "hanga føst" í hesi skipan. Vit fáa í mesta lagi fyri 32 tímar um vikuna. Mín vikuløn er í verðandi stødu 3.320,16 kr - brutto. Seinasta útgjald fyri tvær vikur var 3.338,72 kr. - netto.

 

Hetta er sum so í ordan, undir vanligum umstøðum - tó meini eg hetta vera í minna lagið.

 

Men - tað fellir mær og fleiri av okkum fyri hjarta, nú hvør Per og Pól fær upp til 20.000 kr um mánaðin. Fólk sum eru í Alsskipannini (ikki Koronaskipannini) fáa í mesta lagi 17.500 kr. um mánaðin.

 

At fótbólt spælarar og gud viti hvør, skal fáa so mikið meira enn vit, haldi eg vera rættuliga órættvíst.

 

Ein Varða maður

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo