Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg heiti hervið á tygum um at vit borgarar í gomlu Skála kommunu fáa greitt at vita okkara rættindi og skyldur i samanløgdu kommununi.

Av tí at fjarstøðan er so stór milum Skála og Runavík, var neyðugt at vit gjørdu sáttmála fyri at tryggja okkum minnilutaverju. Hesin skuldi tryggja okkum tí vit komu at sita í minniluta í býráðnum.

Tað var hendan avtalan sum borgarar á Skála og Skálafyrði í góðari trúgv fóru til val uppá. Vit høvdu tað upfatan at ein sáttmali sum er undurritaður, samtyktur í báðum kommununum, og staðfestur av Føroya løgmanni Anfinn Kalsberg var nakað sum vit kundu líta á.

Um hesin sáttmálin ikki heldur í dag, hava vit verið villeidd at atkvøða fyri samanlegging. Um tað er so at Føroya løgting hevur lóggivið inn í sáttmálan millum Skála og Runavík, og á tann hátt tikið minnilutaverjuna frá borgarum á Skála og Skálafirði, so er neyðgut at kunna um hetta. Og hvør eigur at fremja hesa kunning ?

Hetta er álvarsamt fyri borgararnar í gomlu Skála Kommunu sum eru 863 í tali.

Tí eigur samstarvi millum Skála og Runavík at verða tikið upp til nýggja viðgerð.

Jørgin Bech
480. Skála
Pensjonistur og fyrrverandi Borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo